Tað er ein ordans uppliving og samstundis ein rættilig sveinaroynd fyri okkara ungu telvarar, sum hósdagin byrjaðu í NM-endaspælinum í talvi, sum fer fram í Norðurlandahúsinum.
Hósdagin byrjaði NM í telving, sum í ár fer fram í Norðurlandahúsinum, nú Føroyar í ár eru vertur fyri hesi stóru norðurlandameistarakapping fyri teir ungu aldursbólkarnar.
Fyrsta kappingardagin vóru tvey umfør telvað, eitt klokkan 10.00 fyrrapartin og eitt kl. 16.00 seinnapartin, og tá ið dagurin var av, var stigaheystið ikki tað heilt stóra hjá teimum føroysku luttakarunum.
Hinvegin vóru teir eina uppliving og royndirnar ríkari, sum er ein stóru partur av tí heila hjá hesum framtíðar telvarum okkara.
Helgi á odda
í elsta bólki
Í elsta bólkinum, bólki A, fekk Helgi Dam Ziska ta best møguligu byrjanina við tveimum sigrum, og hann lá tí á odda hóskvøldið við tveimum stigum, ið var sama stigatal sum íslendingurin Atli F. Kristjánsson.
Hin føroyingurin í bólki A, Margar Berg, hevði hóskvøldið enn tilgóðar at vinna sítt fyrsta stig í kappingini.
Rógvi E. Nielsen
mitt á stigatalvuni
Í næst elsta bólkinum, bólki B, hevði Rógvi E. Nielsen – sum er sonur fyrrv. fótbóltslandsliðsleikaran, Torkil Nielsen, sum eisini er sterkur telvari – vunnið sær eitt stig eftir tvey umfør og lá tí væl fyri miðskeiðis í feltinum.
Hin føroyingurin í hesum bólkinum, Hjalti Toftum Jógvansson, hevði enn einki stig vunnið sær hóskvøldið.
Mennandi hóast
ikki so nógv stig
Í hinum trimum aldurbólkunum var úrtøkan hjá teimum føroysku telvarunum ikki tann heilt stóra.
Í bólki C hevði Pætur Poulsen vunnið sær eitt stig, meðan Einar Gregersen úr Klaksvík ikki hevði fingið nakra úrtøku hósdagin.
Í bólki D, sum er tann næst yngsti bólkurin, hevði Høgni Egilstoft Nielsen vunnið sær eitt hálvt stig, meðan Heðin Gregersen einki hevði vunnið enn.
Í tí yngsta bólkinum, bólki E, eru ikki færri enn tríggir føroyskir luttakarar, sum kemst av, at Finnland bert møtti við einum luttakara. Hetta var vertinum eitt eyka umboð, sum gjørdist tann ungi Janus Skaale úr Klaksvík.
Hinir báðir føroyingarnir í hesum bólkinum eru Julian Gregersen úr Klaksvík, sum eins og Janus ikki hevði fingið nakra stigaúrtøku hóskvøldið, og Silas Eyðsteinsson, sum hevði vunnið sær eitt stig.
Samanumtikið kann sostatt sigast, at úrtøkan í stigum higartil ikki er tann mesta, men hon er als ikki vánalig, tí havast skal í huga, at talan er um bestu telvarar í hinum norðanlondunum, sum okkara eru uppi ímóti, og tá eru tey vunnu stigini í veruleikanum sera væl klárað av teimum.
Samstundis er hjávinningurin royndirnar og upplivingin, sum fer at koma teimum tilgóðar seinni – eingin ivi um tað.
Fleiri upplýsingar um NM-kappingina kunnu eitt nú fáast á heimasíðu Talvssambandsins, www.faroechess.com, har ein kann fylgja kappingunum beinleiðis og hevur atgongd til allar viðkomandi upplýsingar og hagtøl.
NM-kappingin heldur fram fríggjadagin, har triðja umfar byrjar kl. 09:00 fyrrapartin.




