Tór Kristian Joensen, sum umboðar Danmark í NM í talvi, og sum er sonur Høgna Joensen úr Klaksvík, hevur higartil vunnið sær 2 stig við sigrun á Janusi Skaale og Juliani Gregersen úr Klaksvík.
10 ára gamli Tór Kristian Joensen, sonur Høgna Joensen úr Klaksvík, hevur rættiliga gjørt um seg innan telving í Danmark, har hann tvey ár á rað hevur vunnið danmarkarmeistaraheitið í aldursbólkinum 10 ár.
Tór umboðar nú Danmark í NM-kappingini, sum hetta vikuskiftið fer fram í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Í Barnaútvarpinum í Kringvarpinum greiddi Janus Skaale, sum er nakað yngri enn hinir luttakararnir í 10-ára aldursbólkinum, at Tór hevur vunnið DM tvey ár á rað, og at hann hevur væl hægri rating enn Janus sjálvur, og at tað tí ikki kom óvart á, at Tór vann talvið teirra millum. Hetta var hósdagin, í fyrsta umfari í NM-kappingini.
Síðani hevur Tór tapt nøkur talv, men leygarmorgunin bragdaði aftur hjá honum, tá ið hann vann á Juliani Gregersen, sum er skrásettur til at hava 1000 í rating, meðan Tór hevur 1218. Tí var Tór aftur her favorittur at vinna, og tað gjørdi hann eisini.
Harvið hevur Tór Kristian vunnið sær samanlagt 2 stig í kappingini, sum gevur honum eitt lutað 9. pláss saman við Silasi Eyðsteinsson úr Føroyum, sum altso eisini hevur 2 stig higartil.
Julian Gregersen er á 11. plássi við 1 stigi, sum hann vann í 4. umfari fríggjadagin. Hetta var ímóti Janusi Skaale, sum enn eigur tilgóðar at vinna sær fyrsta stigið í hesi sera sterku talvkappingini. Janus er, sum nevnt nakað yngri enn hinir luttakararnir í hesum aldursbólkinum.




