Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jú, men hví skal Heðin Mortensen skilja nakað

John William Joensen

NORÐLÝSIÐ: Tað tykist heilt undarligt, at borgarstjórin í Havn, so staðiliga skal taka frástøðu frá skilagóða hugskotinum hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, sum heldur, at nú eiga vit at spara, har sparast kann.

Býráðslimirnir í Klaksvíkar Kommunu koma at standa við endan av mongum minniligum hugaligum sparingum, sum teir mugu gera, afturat teim sparingum teir longu hava gjørt. Skattainntøkan í kommununi er fallandi hóast hækkað skattaprosent og kommunan hevur nærum lánt tað, ið lánast kann, so tað er væl skiljandi, at nývalda býráðið, sum heilt víst hevur í hyggju at sigla Klaksvíkar Kommunu burturúr kreppuni, sparir har sparast kann.

Ikki minst er umráðandi, at kommunustýrislimir sjálvir vísa, at teir eisini eru til reiðar at spara tá talan er um teir sjálvar.

Stórsta arbeiðisplássið í okkara kommunu liggur enn stillt, og stórur partur av vinnuni knógvar undir fíggjarkreppuni. Tað er heldur ikki ósanlíkt, at fleiri, bæði skip og vinnufyritøkur vera noydd at sleppa endanum.

Heðin Mortensen kann væl halda, at smáar 100.000 krónur er lítið og onki, og tað er tað helst hjá Tórshavnar Kommunu og ímillum tey, ið flúgva har Heðin flýgur. Men maðurin átti at skilt, at Gunvá hevur tikið eina klóka avgerð mitt í hurlivasanum hjá fíggjarheiminum, ið vit eru mitt í júst í løtuni.

Um tú loddar dýpið ímillum fólk í Klaksvík, so kennist ein ávísur fjáltur, hóast øll kýta seg . Ófrættakend tíðindi eru hvønn dag um fiskaprísir, og tað er ikki sørt at menn kenna seg øðrkymlaðar nú nærum ikki slepst av við tosk og fiskaprísirnir eru fallnir niður í helvt, ja, um tú í heila tikið fært prís fyri fiskin.

Fíggjarstovnar okkara hava eisini stórar trupulleikar, tí sjálvt um teir fáa kapital tilførdan, so er helst sera trupult hjá teimum at síggja hvat er burðardygt til at fíggja. Valla vera tað skipini teir fyrst fara at fíggja, tí so leingið eingin prísur er fyri fiskin er fiskiveiðan valla burðardygg.

Sjálvt um vit øll hava verið við í ballinum, so hava vit lítla ávirkan á kreppuna, orsakað av at talan er um heimskreppu, sum rakar øll.

Men vit skulu standa saman og berja okkum burturúr aftur, og í bardaganum skulu okkara lokalpolitikarar standa fremstir og tá er klókt við einum signali um, at vit spara har vit kunnu, eisini tá tað ræður um uttanlandaferðir hjá býráðslimum

Væl byrjað Gunvá og býráðslimir.