Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti venjingardystur hjá KÍ í 2009: Jákup og Alexandar byrja í Gundadali

Norðlýsið ÍTROTTUR

Týsdagin kl. 18 spælir Formulaliðið hjá KÍ sín fyrsta venjingardyst í 2009, sum eisini er fyrsti venjingardystur, síðan Jákup N. Mikkelsen og Alexandar Djordjevic tóku yvir sum høvuðsvenjarar felagsins.

Eftir eina tíð við nógvari umrøðu av viðurskiftunum uttan um leikarar og felag, skal tað nú umsíðir snúgva seg um fótbóltsspælið sjálvt.

Tann drúgvi kavin, sum lá tjúkkur í næstan 14 dagar, er nú endiliga bráðnaður, og seinastu fáu dagarnar hevur aftur verið ljós á Injector Arena, eftir nakrar tvungnar innandura venjingar.

Spurningarnir eru nógvir, sum hanga í luftini, viðvíkjandi spælarum, spælskipan, liðuppstilling, venjingarstøðu, útlitum o.s.fr. o.s.fr., men nú fara so smátt nøkur ávegis svar at daga undan havsbrúnni.

HB er sanniliga ein verdugur opponentur at velja til fyrsta venjingardyst, men hví ikki byrja við einum javnaldra í fyrstu dystarroyndini.

Vónandi fáa bæði lið gott gagn av venjingardystinum, sum altso verður í Gundadali týsdagin kl. 18.00.