sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kjakið um hvørt Føroyar skullu gerast limur í EFTA ella ES hevur seinstu tíðina fingið vind í seglini. Og nú danski uttanríkisráðharrin kemur á vitjan í Føroyum hava ES-tilhengarar við Edmund Joensen fólkatingslimið á odda og so tey meira ivasomu – serliga í Tjóðveldisflokkinum – rættuliga farin at lata hoyra frá sær.
Edmund Joensen sigur at Føroyar kunnu byrjað ES tilgongdina í morgin, meðan Tjóðveldi hevur boðsent professara í løgfrøði at greiða frá, at tað er ógjørligt hjá Føroyum í verandi ríkisrættarligu støðuni at fara uppí ES ella EFTA.
Tað eru sostatt tey framtakssinnaðu og tey afturhaldssinnaðu sum í løtuni fylla ES orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp nú tað gerst alt meira greitt at Ísland av álvarar umhugsar ES limaskap.
Samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin varð skipað 26. september 2008. Í samgonguskjalinum stendur at nýggi Evropapolitikkurin hevur til endamáls at Føroyar og Evropa skulu nærkast í nýggjum og tøttum samstarvi.
" Tvey kanningar- og útgreiningararbeiði skulu fáast frá hondini skjótast gjørligt: Verandi kanningararbeiðið um møguleikan fyri EFTA-limaskapi verður væntandi liðugt innan eitt hálvt ár. Samgongan vil vita og ikki gita um møguleikarnar fyri tættari sambandi við ES. Tí verður ein skjóttarbeiðandi serfrøðingabólkur settur at greina allar møguleikar fyri tilknýti til ES, herundir eisini hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av ES"
Men hóast hálvt ár skjótt er liði síðan samgongan fór til verka, so er einki ítøkiligt komið burtur úr arbeiðinum hjá landsstýrinum í samband við at nýggja Evropapolitikkin.
Vit vita einki av týdningi
Jóhan Páll Joensen er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og tað er serliga limirnir hjá honum, sum skulu fáa ágóðan av einum tættari samstarvið við Evropa, men enn er einki komið fram í orðaskiftinum sum far formannin at gerast heitan ella kaldan.
– Tað sum higartil er komið fram alment kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst.
– Hóast nógv hevur verið tosað – vita vit framvegis ikki hvat tað kostar ella hvat vit fáa burtur úr einum ES ella EFTA limaskapið.
– Tí hava vit heldur einki grundarlag at taka støðu útfrá og sjálvur meti eg at vit mugu hava svar uppá hesar einføldu spurningar áðrenn vit kunnu taka støðu.
Formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum viðgongur annars at verður Íslendski ES limaskapur verðuleiki so ávirkar tað radikalt støðuna í Føroyum.




