Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystur: KÍ-ÍF 1-0: Enn ein unglingi skoraði fyri KÍ – vunnu 1-0 á ÍF

Norðlýsið ÍTROTTUR

Samanumtikið spældi KÍ meira álopssinnað og betur samanhangandi enn í fyrsta venjingardystinum ímóti HB, og 1-0 sigurin var eisini uppiborin ímóti ÍF, sum ikki hevði tað heilt nógva at bjóða.

KÍ vann eisini sín næsta venjingardyst í 2009, og enn einaferð var tað ein unglingi, sum gjørdi málið fyri KÍ. Uppleggið til málið áttu tó tveir av teimum royndaru spælarunum.

Væl plaseraður
skallari í málið

Málið kom í seinna hálvleiki, har Arnold spældi Heðin í høgru síðu. Heðin gjørdi eina roynd at avslutta, men fekk bóltin aftur og spældi tá innfyri málið, har endin var, at Bjarki Vágstún skallaði ikki hart, men væl plaserað í málið til 1-0.

Dysturin endaði 1-0, og ungi Bjarki Vágstún gjørdist sostatt matchwinnari fyri KÍ í hesum næsta venjingardystinum í 2009.

Í tí fyrsta venjingardystinum, sum var í Havn ímóti HB, gjørdi ein annar ungur KÍ-leikari, Ivan Joensen, fyrsta málið, og síðan gjørdi ein av nýggju nøvnunum hjá KÍ, Adrias Stauss úr Leirvík, tvey mál afturat, soleiðis at KÍ vann tann dystin 3-2.

Adrian smáskaddur men
Jan Andreasen er nú við

Til hendan dystin var Adrian smáskaddur. Sum skilst ein lítil trupulleiki við knænum, og hann fekk tí ikki verðið við til dystin ímóti ÍF.

Hinvegin var talið av KÍ-leikarum stórt enn einaferð, tí 23 mans komu á vøllin hesaferð.

Ein onnur broyting í mun til HB-dystin var, at Jan Andreasen nú var við á KÍ-liðnum ímóti ÍF.

Jákup og Alexandar
royna nógvar mans

Eingin ivi er um, at Jákup og Alexandar royna bæði eitt og annað í hesum venjingardystum, sum eisini er endamálið við venjingardystum.

Burtursæð frá Kristoffuri Jakobsen, sum var á vøllinum meginpartin av dystinum, so vóru tað tvey  ymisk KÍ-lið, sum spældu ímóti ÍF leygardagin.

Samanumtikið var KÍ-spælið eitt sindur betur samanhangandi nú enn í fyrsta venjingardystinum. KÍ stóð longur frammi á vøllinum, og teir høvdu eisini fleiri góð álop, enn tilfeldið var í Havn í fyrsta dystinum.

Givið er tó, at nógvar avgerðir og nógvir leikir eru eftir hjá venjarunum at gera, áðrenn vit fáa eina hóming av, hvussu tann endaliga liðuppstillingin hjá KÍ-venjarunum verður.

ÍF-málturkur higartil
í venjingardystunum

ÍF-liðið, sum m.a. var uttan Rógva Jacobsen (skaddur?) og Pól Ennigarð, hevðin ongan serligan málkjans í dystinum, og ósigurin ímóti KÍ var tí eisini samanumtikið í lagi.

Annars er kanska vert at leggja til merkis, hóast tað enn bert er talan um venjingardystir, at ÍF enn onki mál hevur skorað.

Úrslitini, sum vit hava frætt um hjá ÍF higartil, eru hesi:

ÍF – B68 0-1
EB/Streymur – ÍF 0-0
ÍF – NSÍ 0-3
KÍ – ÍF 1-0

KÍ-liðið ímóti ÍF

Í fyrra hálvleiki spældi KÍ við hesari manning:

Jákup N. Mikkelsen í málinum.

Jan Andreasen og Sørmund Kalsø í miðverjuni.
Jógvan Isaksen á vinstra bakki.
Leon Bjartalíð á høgra bakki.

Allan Joensen og Eli Simonsen mitt á miðjuni.
Niels Pauli Danielsen á vinstra vongi.
Ivan Joensen á høgra vongi.

Kristoffur Jakobsen hangandi áleypari.
Tórður Lervig í álopinum.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ soleiðis:

Rói Egholm í málinum.

Oddmar á Lakjuni og Steffan Kalsø í miðverjuni.
Ári Samson á vinstra bakki.
Rudolf Eliasen á høgra bakki.

Kristian á Lakjuni og Erland B. Danielsen mitt á miðjuni.
Heðin á Lakjuni á vinstra vongi.
Bjarki Vágstún á høgra vongi.
(Heðin og Bjarki býttu tó um pláss av og á ígjøgnum dystin. Eitt nú var Heðin í høgru síðu, tá ið uppspælið kom til málið, sum Bjarki skallaði í kassan.)

Arnold Joensen hangandi áleypari.
Kristoffur Jakobsen í álopinum.
Teir seinastu umleið 20 minuttirnar kom Ovi Nysted inn fyri Kristoffur í álopið.

Komandi venjingardystir:

Týskvøldið í Klaksvík:   KÍ-Víkingur
Mikukvøldið í Klaksvík: KÍ-AB