Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur, skrivar: Kommunurnar gnísta eina løtu, men so gjalda tær

Oliver Joensen

Klaksvíkar Kommuna hevur ikki hjarta at lata Søljuna aftur.

Hetta tykist verða vanliga hugsanin hjá landspolitikarum, tá m.a. ymisk gjøld, sum landskassin rindar, verða við einum nú tikin burtur frá kommununum.
Besta og seinasta prógv fyri hesum er ískoytisstuðulin til dagtilhaldini til eldri, sum bleiv uttan ávaring strikaður fyri árið 2009, aftaná at fíggjarætlanin hjá kommununum var endaliga samtykt.
Hetta tilboð, sum bjóðast teim eldru, hava fjølbroytt innihald og sum lætta munandi um dagligdagin hjá mongum eldri fólkum, samstundis sum hetta tilboð eisini er ein fyribirging í at fara fyrr á eldraheim, verður ikki virðismett av stórum parti av løgtings- og landsstýrislimum, sum varða av eldraøkinum.

Søgan endurtekur seg
Hetta er ikki einasta dømið, at landsmyndugleikarnir grípa inn í eina samtykta fíggjarætlan hjá kommununum, tí kemur hetta illa við hvørja ferð, men tað tykist líkamikið fyri landsmyndugleikarnar. Hetta hendi fyri bókasøvnini, musikkskúlarnar, forngripasøvnini o.s.v.
Og mín sann hava teir rætt, sum siga, "at kommunurnar gnísta eina løtu, so gjalda tær", tí nú tykjast flestu kommunurnar, sum eru raktar av hesum blotnaðar, tí nú bert uml. ein mánaði er gingin, eru tær flestu ril reiðar at gjalda tað, sum landið higartil hevur goldið til dagtilhaldini, jú, søgan endurtekur seg ferð eftir ferð. Klaksvíkar Kommuna hevur heldur ikki hjarta at lata Søljuna aftur.

Hvar er hjarta fyri teim eldru
Tað er ógvuliga umráðandi, at málsøkini liggja har sum hjarta er, og eg eri sannførdur um, at við tí politikki, sum landsmyndugleikarnir vísa í løtuni á eldraøkinum, er hetta hjartaleyst, tí er einasti myndugleiki, har hjarta slær fyri teim eldru, kommunurnar, og har eru eisini eldsálirnar og hava t.d. ikki hjarta at lata dagtilhaldini aftur.
Landskassans partur til kommunurnar minkar miðvíst burtur í onki.
Tí er onki annað at gera, enn at lata kommununum málsøkið at umsita, tað eru jú tær, sum eru stigtakarar og bera tunga lessið.
Tó, við tí treyt, at fíggjarliga býtið við samráðingum millum partarnar kemur uppá pláss áðrenn.