Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystir hjá KÍ í Klaksvík: Víkingur týskv. kl. 18:30 AB mikukvøldið kl.18:30

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ boðar frá, at týskvøldið vitjar Víkingur á Injector Arena, og mikukvøldið vitja argjamenn, og sum skilst, fer KÍ at spæla við tveimum ymiskum liðum hesar báðar dystirnar.

KÍ boðar frá, at ætlanin er spæla við hvør sínum liðið ímóti ávíkavist Víkingi og AB, sum letur seg gera, tí tað eru 25 mans til venjingar.

Aleksandar Djordjevic sigur, at tað er bert Sigmund Jacobsen, ið ikki er tøkur. Sigmund hevur trupulleikar í lærkrikanum, men er byrjaður at renna úti aftur. Hann hevur styrkt um lærkrikan í Yndi-Fitness í eina tíð.

Onkrir aðrir smásnuddir eru eisini her og der í hópinum, men kortini ikki nakað av týdningi.

Dysturin ímóti Víkingi verður týskvøldið 24. februar kl. 18.30 á Injector Arena, og dysturin ímóti AB verður mikukvøldið 25. februar kl. 18.30.