Tórbjørn Jacobsen løgtingsmaður spyr.
Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 25. februar 2009:
01) Spurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum:
• Hvør er samlaði byggikostnaðurin av Skúladeplinum í Suðuroy (Hovi)?
Viðmerkingar:
11. apríl 2003 legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, fram løgtings/verklagslóg um at byggja miðnámsskúla í Vági (incl. meginbókasavn). Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kundu samsvarandi lógini í mesta lagi vera 45 mió. kr. Hóast grivið var út fyri ætlanini og góðar 10 mió. brúktar, var ætlanin slept, táið ABC-samgongan varð skipað í 2004.
27. apríl 2005 legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fram løgtings/verklagslóg um, ístaðin at byggja skúladepil í Hovi í Suðuroy. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kundu í mesta lagi vera 60 mió. kr. Skúlin sigst nú at vera liðugur, men tað skuldi vísa seg, at hendan broytta politiska støðutakanin, skuldi gerast ein sera dýr loysn, í mun til upprunaligu ætlanina – í hvussu er.
Dúgliga hevur verið kjakast um miðnámsskúlamálið í Suðuroy, mest av tí orsøk, at fíggjarmálaráðharrar fleiri ferðir hesi seinastu árini eru komnir á ting við eykajáttanarumbønum til hesa skúlabygging, og fyri kortum varð heitt á tingið, um at játta 4 mió. kr. afturat til depilin, ta ferðina til kloakering og vatn.
Hyggja vit eftir gongdini í málinum, so hava útreiðslurnar higartil verið:
Roknskapur 2001 691.000
Roknskapur 2002 872.000
Roknskapur 2003 1.812.000
Roknskapur 2004 4.275.000
Roknskapur 2005 1.487.000
Roknskapur 2006 6.825.000
Roknskapur 2007 26.577.000
Játtan 2008 48.000.000
Ætlan 2009 1.000.000
Eykajáttan 2008 4.000.000
Hetta svarar til slakar 96 mió kr. Ella, 51 mió. kr. meira enn upprunaliga ætlað.
Nú vita vit ikki um allar útreiðslur í samband við byggingina figurera í omanfyrinevndu tølum, spurningurin er settur fram áður, men av tí at byggingin nú er fráboðað at vera liðug, má gangast út frá, at ein endaligur byggikostnaður, alt incl., er tøkur. Tí skuldi borið til at fingið at vita, um skúlin gjørdist væl meira enn hálvthundrað mió. dýrari enn upprunaliga ætlað.
02) Spurningur til landsstýriskvinnuna í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø:
• Hvørji átøk hevur landsstýriskvinnan gjørt fyri at loysa málið um tíðindaredaktiónirnar í Kringvarpi Føroya, og hvussu tulkar hon kringvarpslógina hesum viðvíkjandi, og kann hon gera greiði á, um tað frameftir verður ein, ella sum greiða politiska ætlanin í lóg var, tvær fult og heilt sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir í útvarpi og sjónvarpi?
• Táið tíðindadeildirnar báðar nú ímóti lógini vera riknar sum ein, undir einum og sama tíðindaleiðara, kann hetta so vera ein avleiðing av tí samskifti, sum hevur verið millum kringvarpsstovnin og Mentamálaráðið, har mmr hevur givið meira ella minni greið tekin um, at tað var í lagi at samskipa tíðindaredaktiónirnar?
• Nær kann roknast við, at ein public-service sáttmáli verður tøkur at leggja fyri tingið?
Viðmerkingar:
Táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, tók avgerð um, at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn. Tað er ongin loyna, at partar av andstøðuni, m.a. Tjóðveldi, vóru ivasamir, um hetta var rætta leiðin at ganga. Fyri at fáa frið um hetta málið, í mong ár framyvir, valdu vit tó, at gerast partur av stórari politiskari semju, sum væntandi kundi stabilisera kringvarpsøkið. Eftir mikið stríð og strev í mentanarnevndini, og viðgerðir í tinginum, fekst ein semja, sum ein óvanliga stórur partur av tinginum atkvøddi fyri, m.a. allir teir stóru flokkarnir. Nógv var tosað um hesa søguligu fjølmiðlasemjuna, sum, alt eftir temperamenti, skuldi halda í 10-15-20 ár frameftir. Eitt mál, sum mentanarumboðini hjá Tjóðveldinum løgdu serliga stóran dent á, var, at tíðindaredaktiónirnar á fyrrverandi stovnunum framhaldandi vórðu riknar sum skipaðar sjálvstøðugar eindir, í øllum lutum leysar av hvørji aðrari. Hildið varð, at hesar einastu redaktiónirnar, ið ikki kundu ákærast fyri at renna ørindi fyri m.a. handilslig, politisk og átrúnaðarlig áhugamál, á henda hátt skuldu verjast fyri monopolisering av tíðindastreyminum.
Í áltinum varð tí mælt til, at §6, stk. 2., var broytt frá:
§ 6. Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu- og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.
Stk. 2. Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaeindir.
Til:
Í § 6, stk. 2 verður aftaná “tvær” sett: “sjálvstøðugar”
Endamálið var sambært álitinum: “Nevndin hevur lagt stóran dent á, at tað verða tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya. Fyri at staðfesta, at tíðindaeindirnar vanliga skulu arbeiða hvør sær, og fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum, soleiðis, at føroysku samfelagsviðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt, skjýtir nevndin upp at broyta § 6, stk. 2 soleiðis, at orðini sjálvstøðugar tíðindaeindir verða sett inn.”
Táið atkvøtt varð við triðju viðgerð, vóru 26 atkvøður fyri broytingaruppskotinum hjá eini samdari mentanarnevnd.
Nú tykist tað, sum at onnur enn tey, ið gjørdu hesa semjuna fyri politisku flokkarnar, eru farin at tulka hana heilt øðrvísi, enn hon var hugsað og samtykt. Hetta kann ikki skiljast sum annað enn brot á eina ógvuliga prinsippiella og greiða semju og samtykt á Føroya Løgtingi. Tað tilkemur ikki tilvildarligum løgfrøðingum, landsstýrisfólkum, kringsvarpsstýri ella stovninum sjálvum, at tulka kringvarpslógina øðrvísi enn hon varð samtykt. Ætlar landsstýriskvinnan at lata standa til, er semjan brotin, og ongin ivi er um, at hon gongur beint ímóti løgtingsins vilja í málinum. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at lóggevandi valdið fær at vita, hvussu útinnandi valdið ætlar at umsita samsvarandi kringvarpslógini í hesum føri.
Spurt er um hetta áður í skeiðnum hjá hesi samgongu, men hóast róð hevur verið framundir, at málið skuldi greiðast beinanvegin, tykist als onki at vera hent í málinum.
03) Spurningur til landsstýriskvinnuna í innlendismálum, Anniku Olsen:
• Hvussu nógv uppskot um verklagslógir, í mun til íløguraðfestingarnar á verandi fíggjarløgtingslóg, ætlar landsstýrið at leggja fram á ting, fyri evstamark í hesi tingsetuni, sum er fríggjadagin í hesi vikuni?
Viðmerkingar:
Fleiri av íløgunum, sum løgtingið raðfesti skuldu gerast, táið fíggjarløgtingslógin var samtykt fyri jól, eru av slíkum slag, at peningur skal játtast yvir fleiri ár til tess at fremja verkætlaninar. Tá er vanligt, at verklagslógir verða gjørdar, fyri at fáa eina meira skipaða gongd viðvíkjandi verkætlanunum. Fleiri av raðfestingunum á fíggjarløgtingslógini 2009 eru av slíkum slagi, og tí er tað av týdningi, at verklagslógir vera samtyktar í hesi tingsetuni, fyri at fyrireikingarnar kunnu gerast so optimalar sum gjørligt, bæði verkliga og fíggjarliga.
04) Spurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard:
• Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at fíggja hallið á fíggjarløgtingslógini fyri 2009, og hevur landsstýrismaðurin fingið til vega nýggjar framrokningar um inntøkur landskassans í 2009?
Viðmerkingar:
Táið fíggjarætlað verður við hallið á fíggjarlógum aðrar staðir, er vanligt, at útinnandi valdið fær sær eina tilsvarandi heimild frá lóggevandi valdinum til at fíggja viðkomandi hall. Tosað var um hetta undir fíggjarlógargerðini, í fíggjarnevndini í hvussu er, men enn er ongin umbøn komin í tingið hesum viðvíkjandi, tí verður spurningurin settur, nú tveir mánaðir eru gingnir síðani fíggjarløgtingslógin 2009 varð samtykt.
05) Spurningur til landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jørgen Niclassen:
• Hvør er Europa-strategiin hjá Uttanríkisráðnum?
Viðmerkingar:
Málið um, hvussu Føroyar politiskt skulu agera mótvegis Europa, er tíbetur vorðið meira ítøkiligt í seinastuni. Áhugamálini eru ymisk hjá ymsu flokkunum, men yvirhøvur tykist meriluti at vera fyri, at vit gerast fulltiknir limir í EFTA-felagsskapinum, bæði fyri at gerast partur av handilsavtalunum hjá felagsskapinum og fyri at gerast partur av EBS-samstarvinum, sum er treytin fyri, at gerast partur av teimum 4 frælsunum hjá Europa Samveldinum. Minnilutar mæla til, at roynt verður eftir ES-limaskapi, innan- og uttanfyri danska Kongsríkið.
Ein nógv umrødd embætisnevnd skal nú greina málið um Europa-politikkin av nýggjum, men harfyri má mann rokna við, at Uttanríkisráðið og ráðharri tess, hava eina greiða politiska strategi, við einum líka so greiðum máli, táið tað ræður um Føroya støðu í mun til Europa í framtíðini. Tað er henni sóknast verður eftir í spurninginum.
06) Spurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard:
• Hvussu mikið ávegis er prosjekteringin av nýggjum havrannsóknarskipi komin, og hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at smíða samsvarandi prosjektinum?
Viðmerkingar:
Í 2008 var farið undir at prosjektera eitt nýtt havrannsóknarskip fyri “Magnus Heinason”. Skipasmiðjan MEST fór undir arbeiðið, táið teir áttu besta tilboðið. Prosjektið var ikki liðugt, táið fíggjarlógin var samtykt, tí var metta restupphæddin sett á fíggjarlógina 2009.
Upprunaliga var ætlanin at nýta 40 mió. kr. at smíða fyri í 2009. Núsitandi samgonga raðfesti ikki nýggja havrannsóknarskipið í 2009, men ivaleyst hevur landsstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir við prosjektinum, sum ætlandi verður liðugt í ár.
07) Spurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl:
• Hvørji átøk hevur Vinnumálaráðið gjørt í mun til løgtingssamtyktina frá 20. November 2007, um at fyrireika og at leggja fyri Løgtingið uppskot til verklagslóg, um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum?
Viðmerkignar:
3. oktober 2007 varð uppskot til samtyktar lagt fyri tingið, sum var soljóðandi: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til verklagslóg um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum skjótast gjørligt, ið er minst 2200 metrar til longdar, við møguleika fyri leingjan.
Heitt verður samstundis á landsstýrið um at tryggja, at lendi, sum talan kann verða um at brúka til nýggja flogvøllin, ikki verða nýtt til onnur endamál.”
20. november 2007 var uppskotið samtykt á tingi. Onki hevur verið at hoyra frá tí síðani, tí kundi verið áhugavert at frætt frá landsstýrismanninum, hvussu Vinnumálaráðið hevur fylgt tingsins vilja í málinum, síðani samtyktin varð veruleiki fyri hálvum øðrum ári síðani.
08) Spurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl:
• Søkt hevur verið eftir umsitara av aliloyvum, hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um, hvar í landinum viðkomandi, sum fær starvið, skal plaserast? Og hvør skal fakligi førleikin hjá viðkomandi vera?
Viðmerkingar:
Skrásetingin hevur søkt eftir fólki til hetta starvið, sum fyrr hevur verið partur av Búnaðarstovuni og Landsverki. Tá hevur tað verið parttíðarstarv á stovni, har viðkomandi, ið sat í starvinum, annars kundi vera røkja fulltíðarstarv á stovninum sjálvum. Nú sigur landsstýrismaðurin í viðtalu við Dimmalætting 16. februar 2009, at: ”……..harumframt verður í løtuni arbeitt politiskt við at leggja umsitingina av aliloyvum í Suðuroy”. Áhugavert kundi verið, at fingið at vita, um starvið eftir tað verður fulltíðarstarv burturav, ella starvið eins og áður, verður lagt saman við øðrum stovni, har viðkomandi kann starvast fulla tíð.
09) Spurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl:
• Hvussu mikið ávegis er landsstýrismaðurin komin við ætlanunum um, at fáa til vega nýggj ella dagførd skip til Nólsoyar og Svínoyar/Fugloyar – farleiðirnar?
Viðmerkingar:
Ætlanir hava í rúma tíð verið um, at fáa til vega nýggj skip til hesar leiðir. Ein játtan er á fíggjarlógini til átøk hesum viðvíkjandi. Málið hevur stóran og sjálvsagdan áhuga hjá teimum, sum búleikast í hesum útoyggjum, og sum í alt ov langa tíð hava fingið politisk lyftir, ið higartil ikki hava hildið.
10) Spurningur til landsstýriskvinnuna í innlendismálum, Anniku Olsen:
• Hvørja støðu hevur landsstýriskvinnan til, at ákæruvaldið og løgreglan eru skipað undir einum og sama danska stovni í Føroyum, – Landfogeden på Færøerne?
Viðmerkingar:
Spurningurin snýr seg um mál, sum enn ikki er skipað undir føroyskum ræði. Tað hevur verið umrøtt í seinastuni, og í øðrum londum hevur mann skipað almenna ákæruvaldið og løgregluna separat, fyri at verja rættartrygdina.
Áhugavert kundi verið, at fingið at vita, um landsstýriskvinnan hevur eina meining um hesi viðurskifti, og um hon samsvarandi tí ætlar at gera nakað við tað, ella um hon kanska hevur ætlanir um at skipa hesi viðurskifti undir føroyskum ræði í næstum. Hetta er sum kunnugt ein stórur partur av demokratisku viðurskiftunum í einum samfelag, tí má roknast við, at útinnandi valdið hevur ætlanir hesum viðvíkjandi.




