Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin og samhaldsfasti

John William Joensen

Eyðgunn Samuelsen hevur avgjørda niðurstøðu um fólkaflokkin, tá um Samhaldsfasta ræður, men sigast má, at Eyðgunn ber boðskap við modifikatiónum.

Rætt er, at togan var um, hvørt samhaldsfastii nú var besta skipanin sæð út frá samfelagsbúskaparligum sjónarhorni, og tað eigur man framvegis at tola, at tann vinkulin verður viðgjørdur.

Hinvegin, so er Samhaldsfasti veruleiki, sum eisini fólkaflokkurin staðfestir og góðkennir. Tí gjørdi vit semju við javnaðar- og sambandsflokkin í 2004 um veruliga at skipa so fyri, at Samhaldsfasti fór at muna. Og semjan helt og varð framd.

Við árlokið sum fór, er útgjaldið frá Samhaldsfasta hækkað út við 30% fyri fyri stakar pensionistar og fyri hjún næstan 35% síðani 2004. Ella sagt øðrvísi, at stakir pensionistar (sum ikki hava aðra pensión) saman við fólkapensiónini nú fáa um 10.000 kr/mðr og hjún omanvert 16.000 kr pr. mðr. 

Hetta er meira enn t.d. javnaðarflokkurin sá møguligt áðrenn valið í 2004, men m.a. saman við fólkaflokkinum frá 2004 til 2008, so gjørdist samlaðu pensiónsuútgøldini fyri teir veikastu pensionistarnar størri enn vónirnar vóru settar til. Ikki so galið, tá samanumkemur.

Og fólkaflokkurin vil framhaldandi, saman við javnaðarflokkinum, styrkja um møguleikarnar hjá pensionistunum at hava ein góðan og tryggan aldurdóm. Tí fara vit at heilsa pensiónsreforminum vælkomnum.

Vilja vit tað sama sama saman, so koma vit langt á leið, pensionistunum at frama.

Bjarni Djurholm