Lat tú eyguni aftur eina løtu, so var tað sum at sita í Wien við bestu tónleikarum. Ein so heilt serliga góð samanrenning millum urguna og violinina.
Monika Stauss Joensen leikti violin, meðan Helga Hilmardóttir Gerðalíð tráðdi urguna. Løtt og leikandi glað smá stykkir av m.ø. Händel og Telemann. Stundum bert fyri orgul og bert fyri violin.
Men samspælið millum urguna og violinina var heilt serstakt – klangurin fjálgur og í heimsflokki.
Og bert at sita i Christianskirkjuni og njóta løtuna er altíð gott fyri sálina. At so hesin tónleikur var afturvið á hesum støði – ja, tá er ikki lætt at koma nærri himmiríki.
Tað var Klaksvíkar Tónleikarskúli sum skipaði fyri hesi frálíku matiné. Hetta skuldi verið gjørt oftari.




