Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallur Joensen Band í KÍ-høllini

John William Joensen

Stórur dansur verður í KÍ høllini leygarkvøldið 4. apríl við Hallur Joensen Band

Countrykongurin Hallur Joensen trínur á pall í KÍ høllini leygarkvøldið 4. apríl. Aftrat sær hevur hann eitt harkalið av royndum og dugnaligum tónleikarum, ið heilt víst fara at fáa høllina at kóka.

Úr rúgvuni av slagarum, ið Hallur Joensen Band fara at borðreiða við eru: Kiss an angel goodmorning, Speed of the sound of loneliness og Seven spanish angels.

Serstøk bussleið verður etablera one-night-only (Fuglafjørður-Gøta-Leirvík-Klaksvík tur/retur)

Meira verður at frætta um nágreiniligu skránna seinni

Fyriskipari er Klaksvíkar Ítróttarfelag