Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størru útróðrarbátar hava eina afturgongd uppá 38,6% í krónuvirði pr.dag.

John William Joensen

Fiskiskapurin eftir toski er vaksin 10%, men samlaða virði av toskinum er minkað umleið 24%. Úrtøkan av hýsufiskiskapinum er minkað niður í eina helvt hjá størru útróðrarbátunum

Sambært hagtølunu hjá Fiskiveiðueftirlitinum fyri (Bólk4b) útróðrarbátar 40-110 br.t. er afturgongdin stór.

Pr. 1. mars 2009 hava útróðrarbátar 40-110 br.t. fiskað tilsamans 1.531 tons. Hetta er góð 52,9% av samlaðu veiðini í undanfarna fiskiárið og hava bátarnir higartil brúkt 64,3% av fiskidøgnunum.

Veiða pr.dag samlað fyri veiðuárið 07/08: 2.796 kg.

Veiða pr.dag samlað fyri 1/9-08 til 1/3-09: 2.302 kg.

Hetta svarar til at samlaða veiðan pr. dag í inniverandi fiskiárið er minkað 17,7%.

Umroknað til krónu-virði fiskaðu útróðrarbátar 40-110 br.t. fyri kr. 43.894 pr.dag (07/08) í mun til kr. 26.938 pr. dag í inniverandi fiskiárið. Sostatt er talan um eina minking uppá 38,6%

Meðalprísurin í fiskiárinum 07/08 var kr. 15,70 pr. kg og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 11,70 pr. kg. Sostatt er meðalprísurin lækkaður 25,5%.

Toskafiskiskapurin hjá útróðrarbátar 40-110 br.t.
Toskaveiðan pr.dag fyri veiðuárið 07/08 var 910 kg.

Toskaveiðan pr. dag. í inniverandi fiskiárið er 1001 kg. pr. dag. Hetta er ein vøkstur uppá 10%

Viðrið fyri fiskiárið 07/08 var kr. 19.094 pr. dag.

Viðrið í inniverandi fiskiárið er kr. 14.610 pr. dag. Hetta er ein minking uppá 23,5%.

Meðalprísurin á toski í fiskiárinum 07/08 var kr. 20,98 pr. kg. og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 14,59 pr. kg. Hetta er ein minking uppá 30,5%.

Hýsufiskiskapurin hjá útróðrarbátar 40-110 br.t.
Hýsuaveiðan pr.dag fyri veiðuárið 07/08 var 930 kg.

Hýsuveiðan pr. dag. í inniverandi fiskiárið er 648 kg. pr. dag. Hetta er ein minking uppá 30,3%

Viðrið fyri fiskiárið 07/08 var kr. 13.577 pr. dag.

Viðrið í inniverandi fiskiárið er kr. 7.003 pr. dag. Hetta er ein minking uppá 48,4%.

Meðalprísurin á hýsu í fiskiárinum 07/08 var kr. 14,59 pr. kg. og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 10,81 pr. kg. Hetta er ein minking uppá 25,9%.