Gjáarmaðurin Sofus Debes Johannesen hevur seinastu mánaðirnar havt nakrar sera góðar og viðkomandi greinar í bløðunum.
Tó haldi eg, at tann seinasta greinin við yvirskriftini ”Javnaðarflokkurin skapar úrslitini – Sambandsflokkurin fær vinningin” er merkt av sama panikki, sum tíverri hevur rakt fleiri limir í Javnaðarflokkinum ta seinastu tíðina.
Orsøkin til henda panikkin er helst veljarakanningin, sum her fyri gav Javnaðarflokkinum eitt vánaligt úrslit, meðan Sambandsflokkurin fekk størstu framgongdina. Sjálvandi er tað altíð keðiligt at ganga aftur í eini veljarakanning, men sæð í ljósinum av, at tað eru næstan trý ár eftir av valskeiðinum, er eingin orsøk til panikk, tí enn kann nógv broytast.
5 mánaðir eru ikki 5 ár
Høvuðsboðskapurin í greinini hjá Sofusi er, at tað er Hans Pauli Strøm, sum hevur skapt allan framburðin, sum er gjørdur á almannaøkinum tey seinnu árini, meðan Rósa Samuelsen bara hevur brotið niður. Tí er hann so fortørnaður um, at veljarin gevur Sambandsflokkinum framgongd og Javnaðarflokkinum afturgongd.
At Hans Pauli Strøm hevur fingið meira á skaftið í fimm ár, enn Rósa Samuelsen hevur fingið á skaftið í 5 mánaðir, er einki at siga til. Vit mugu heldur ikki gloyma, at í teimum fimm árunum hava verið bæði góðar og minni góðar tíðir, meðan teir seinastu fimm mánaðirnir, hava allir verið merktir av eini kreppulíknandi støðu. Tó hevur tað eydnast (ikki bara Rósu og Sambandsflokkinum, men eini breiðari semju, har andstøðuflokkarnir eisini eru við), at økja játtanina til almannamál.
Síðani tann semjan varð gjørd, eru aðrir trupulleikar komnir undan kavi – ikki nýskaptir trupulleikar, men gamlir trupulleikar, sum vóru ókendir í heyst, og hesar trupulleikarnar hevur samgongan nú sett sær fyri at loysa.
Eingin ger nakað einsamallur
Í einum demokratiskum samfelag ger eingin politikari nakað einsamallur. Hans Pauli Strøm hækkaði onga játtan einsamallur í árunum 2004 – 2008, og Rósa Samuelsen ræður ongari játtan einsamøll í 2009. Tað sum Hans Pauli Strøm gjørdi í fyrru ABC-samgonguni, gjørdi hann við stuðli frá millum øðrum Sambandsflokkinum, og tað sum Rósa Samuelsen ger nú, er millum annað við stuðli frá Javnaðarflokkinum.
Eg má undirstirka, at umrøddu trupulleikarnir á almannaøkinum eru ikki nýggir. Men tað er nýtt, at nakrir av teimum verða tiknir upp til viðgerð, og vónandi verða teir loystir skjótt.
Hálvir sannleikar
Sum dømi um versnaðar umstøður hjá teimum veiku í samfelagnum, sigur Sofus Debes Johannesen, at javningin av pensjónsviðbótini er skorin niður úr 4 til 3 prosent, og at hetta var eitt spariuppskot hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Men hann gloymir at siga, at boðini um at spara komu úr Fíggjarmálaráðnum, har ein javnaðarmaður situr á ovastu rók. Fyri at fylgja hesum boðunum arbeiddi Rósa Samuelsen við fleiri spariuppskotum, men okkurt av uppskotunum bleiv vrakað av Javnaðarflokkinum. Millum annað tí endaði sparingin hjá pensjónistunum – tí tað kundi Javnaðarflokkurin ganga við til.
Samstarv er vegurin fram
Eg haldi ikki, at vit fáa nakað burturúr at skylda uppá hvønn annan. Vit eru øll partur av somu samgongu, og saman skulu vit finna loysnir.
Eg skal geva Sofusi púra rætt í tí, at Rósa Samuelsen, hesa stuttu tíðina, hon hevur verið í landsstýrinum, hevur ikki loyst allar trupulleikarnar á almannaøkinum. Tað hevði eisini verið ov nógv kravt av henni. Tó haldi eg at hon higartil hevur gjørt eitt gott arbeiðið.
Eg ivist ikki í, at Rósa Samuelsen og Hans Pauli Strøm, við ávikavist almanna- og heilsumálum, saman við allari samgonguni og møguliga eisini andstøðuni, fara at gera eitt gott arbeiði tað ið eftir er av valskeiðinum, og at veljarin fer at løna teimum fyri tað góða úrslitið. So fyribils er eingin orsøk til panikk.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður




