Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá teimum ungu í Betesda: Hóskvøldscafé í Betesda hóskvøldið 19. mars ’09

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

– Kom við á eina fríska, festliga, fríðkaða – ja, funky hóskvøldscafé!! Soleiðis siga fyrireikararnir í Betesda, sum hesaferð verður karmur um eitt ótraditionelt tiltak.

Komandi hóskvøld skipar ungdómurin í Betesda fyri einum øðrvísi ungdómstiltaki.

Fyrireikararnir upplýsa, at har verða møguleikar fyri at vera við í fleiri spennandi aktivitetum, spølum, hugna og tónleiki.

Og sjálvandi verður kaffi og køkur eisini at fáa.
 
– Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey ungu í Betesda, sum skipa fyri hesum undir leiðslu av David Lukama, ungdómsleiðara.