Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bónus-bygningurin reistur

John William Joensen

Stjórin í SMS og Bónusfyritøkuni helt eina góða røðu og var fegin um, at hann hevði latið Norðhús fáa arbeiðið.

Borgarstjórin hugleiddi um handilslívið í Klaksvík nú og fyrr

Seinasta fríggjadag varð hátíðarløta í Skálanum í samband við, at handilsbygningurin hjá Bónus var reistur.

Ætlanin er, at hann skal standa liðugur seinast í juni. Arbeiði hjá Norðhús skal verða lokið mánaðaskiftið mai/juni.

Sáttmálin var undirskrivaður 3. november 2008. Bygningurin er uml. 1350 fermetrar.

Í samband við hátíðarløtuna vórðu røður hildnar av borgarstjóranum Gunvá við Keldu og stjóranum fyri SMS og Bónus, Niels Mortensen.

Borgarstjórin segði millum annað, at hon sum leiðari í býnum fegnaðist um ein tílíkan handilsbygning, og nevndi, at hetta kom at verða eitt vakurt horn, tá fólk komu til Klaksvíkar og tá tey fóru úr Klaksvík. Hetta kom at verða stórt framstig fyri handilslívið í býnum.

Samstundis hugleiddi hon um, hvussu handilsbygnaðurin í Klaksvík var broyttur, frá at tað vóru nógvir smáir handlar, til nú at verða fáir stórir handilsbygningar. Samstundis ynskti hon leiðslu og starvsfólki í Bónus góðan byrð.

Gott samstarv
við Norðhús
Niels Mortensen, stjóri, segði í sínari røðu, at hann var sera fegin um, at hann hevði tikið støðu til at velja byggifyritøkuna Norðhús. Hetta var eitt gott og álítandi felag, segði hann, sum var gott at samstarva við. Hann legði enntá afturat, at hetta "var imponerandi"!

Stjórin ynskti, at tá bygningurin var fullførdur, skuldi hann vera heilt liðugur við planting, strikum og øðrum.

Samstundis kom hann eisini "við peikifingrinum", hann segði m.a., at tað var umráðandi, at tá alt var liðugt, skuldu eingir snøklar hanga við.

Hann endaði við at siga, at hann fegnaðist eisini um, at tað eisini vóru fleiri Norðhús-skilti at síggja í Havnini, sum vísti, at Norðhús eisini hevði fleiri arbeiði har.

Harleywoodpaint