Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnlarnir norður um fjall fyri í løgtinginum

John William Joensen

Í uppskotinum stendur at nýggju tunnlarnir verða norðanfyri verandi tunnlar

Framløgan er júst byrjað í løgtinginum og í síni framsøgurøðu legði Heini O. Heinesen dent á týdingin at fremja íløgurnar nú tíðirnar vóru so vánaligar.

Arbeiði er mett til at kostað 250 milliónir krónur.

Kári á Rógvu í Sjálvstýrisflokkinum metti at uppskotið var óseriøst og boðaði frá at Sjálvstýri ikki vil verða partur av eini óseriøsari viðgerð.

Jákup Mikkelsen, helt eisini at hendan verkætlanin, hongur saman við byrgingini um Haraldsund. Hann vatnaði at hetta fór at skunda undir tað arbeiði.

Hann vísti eisini á at íløgurnar í vegir og tunnlar útgjørdu minni enn 3 prosent av fíggjarlógini, so stóð tað ikki í mát við tað umfatandi – negativu – umrøðu hesi mál hava fingið í pressuni.

Bjørn Kalsø hefti seg við at verkætlanin var dýrka frá 250 mill. kr. í 2007 til 270 mill. kr. í 2009. Hetta helt hann átti at verið greitt eitt sindur nærri frá – tí tað tykist løgið at slíkt arbeiði er dýrari í dag – nú virksemið í landinum er minkað.

Verður tunnilin gjørdur frá Gravardali og norður til Árnafjørð so verður arbeiði mett at kosta 316 mill. kr.

Bjørn Kalsø helt at um man tekur kostnaðin fyri at gerða veg til tunnilin sum eftir uppskotinum er ætlaður at liggja norðanfyri grótbrotið á Strond, so er prísurin fyri hendan tunnilin á leið tann sami sum fyri tunnilin sum fer inn í Gravardali.

Harleyfacadeacryl