Ført hevur verið fram, at tað er lítið forstáilsi fyri íløgum í samferðslukervið í hesum tíðum.
Sjálvandi hevur tað stóran týdning at gera íløgur í skúlar, røktarheim og mentan, men tað er skeivt at seta hesar íløgur upp ímóti hvørjum øðrum. Tað tað snýr seg um, er at finna eina javnvág millum hesi økini. Fíggjarlógin fyri 2009 hevur áleið 120 mió í løgum innan almanna,heilsu og skúlaøki og íløgurnar innan samferðslukervið eru góðar 100 mió
Eisini hevur tað stóran týdning at íløgurnar verða spjaddar um alt landið, og ikki bert í einum øki í landinum.Tað er onki at taka seg aftur í, at uppskotið frá landstýrinum hevði eina óbalansu viðvíkjandi íløgum kring landið. Henda óbalansa royndi fíggjarnevndin at rætta uppá.
Hvat er trupuleikin ið skal loysast
Ein heilt onnur støða ger seg galdandi tá ið landið setir íløgur í gongd fyri at fyribyrgja ella minka um arbeiðsloysi. Tá má ein inn at hyggja eftir hvat tað er fyri íløgur ið eru mest arbeiðsskapandi. Vinnumálaráðið hevur gjørt eina uppgerð yvir hvat slag av íløgum kasta mest av sær í umfari í samfelagnum aftur. Her er tað lønarparturin ið er avgerandi.
Yvirlitið frá Vinnumálaráðnum sær soleiðis út:
• 65% til at umbyggja og umvæla bygningar
• 50% til nýbygging av bygningum
• 35-40% til vegaverkætlanir og helst enn minni til tunnilsætlanir
Eitt vælútbygt samferðslukervið
Hvat er orsøkin til at vit støðugt útbyggja okkara samferðslukervið, jú tað er tí at tað er ein fortreyt fyri menningina í okkara landið at tað er væl bundið saman. Eitt gott samferðslukervið er ein fortreyt fyri kappingarføri hjá vinnuni og fyri trivnaðin og menningina av økinum.Tí eiga vit ikki at steðga við at gera íløgur í okkara infrakervi.
Tunnlarnir norð um Fjall
Eg síggi stórar møguleikar í tunlunum norð um fjall . Síggi fyri mær at Norðoyggjar skjótt verða ein kommuna. Vit vita øll at Klaksvíkini tørvar byggilendið og verða hesar møguleikar nógv størri við einum góðum samferðslukervið.
Lógaruppskotið mælir til at tunnlarnir skulu fara inn við grótbrotinum norði á Strond. Hetta ynski tekur Klaksvíkar Kommuna undir við, tí hon treytar at ringvegur verður gjørdur undir Kjølinum. Henda loysnin kann viðføra at vit koma at standa í somu støðu sum Lorvík, tí lógaruppskotið fatar ikki um henda vegin. Eisini verður sagt at henda linjuføringin verður mett at verða tann bíligasta.
Ein annar møguleiki er at linjuføringin er uppi í Gerðum, hetta er tann ferðslutryggasta loysnin. Tó verður hetta sagt at verða tann dýrasta loysnin, eri samd við teimum ið ivast í um hetta er rætt, um kostnaðurin av ringvegnum norð á Strond verður taldur við. Eri persónliga sera ivasom í um trygdin er nóg góð við at leggja ein ringveg undir kjølinum, hann kemur at liggja sera ovarliga og er ikki óvanligt við omanlopum á staðnum.
Samanumtikið tekur Javnflokkurin fult undir við hesi verkætlan, uttan at leggja seg útí hvar besta linjuførðingin er, ásannandi at tað ið hevur týdning í hesum málinum er at fáa útbygt og bøtt um samferðslukervið í Norðoyggjum.
Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarflokksins




