Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lions Club í Klaksvík latið gávu til Mjølnir

John William Joensen

Á lítlari samkomu handaði Knút Olsen, formaður fyri Lions Club í Klaksvík ein kekk uppá kr. 15.000,- til flogbóltsfelagið Mjølnir.

Peningurin fer m.a. til nýggjar bóltar og aðrar íløgur hjá felagnum.

Lions Club hevur nú í fleiri ár havt møguleika at stuðla ymsum feløgum og persónum í lokal samfelagnum.-
Høvuðsinntøkan kemur frá Lions Kalendaranum, sum hevur veirð seldur til virkir og stovnar í Norðoyggjum. Tað besta árið vóru fleiri enn 3000 kalendara seldir, so undirtøkan frá virkjum og stovnum hevur verið sera góð.

Lions Club hevur eisini havt eitt átak, sum verður kallað “nei til narko”. Í hesum sambandi hevur Lions Club selt tulipanir til handlar og vinnuvirkir í Klaksvík, og hava hesi stuðlað tiltakinum sera væl. Tulipan tiltakið hevur m.a. givið Lions Club møguleika at stuðal Virkishúsinum og Dávavirkinum við íalt kr. 60.000,-

Lions Club hevur til endamáls at savna inn pening og lata til vælgerandi endamál í lokalsamfelagnum eins og í altjóða høpi.
Umsóiknir um stuðul skulu sendast til Lions Club Klaksvík, stílað til Knút Olsen, formaður.

Lions Club hevur tey seinastu árini m.a. stuðla: Klaksvíkar Hornorkestur, Ægir , Klaksvíkar Kappróðrarfelag, Klaksvíkar Dansifelag, Klaksvíkar Talvfelag, Húsmøðrafelagnum, Norðoya Bjargingarfelag, Krabbameinsfelagnum o.fl.

Heimasíðan hjá Lions eitur www.lcklaksvik.fo