Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keypssamtøkan – Skuldi eg heldur tað ?

John William Joensen

Í mai 1938 vóru vit nøkur, ið fóru til København. Hetta var í samband við hátíðarhald fyri 150 ára dagshald, “For stavnbaandets løsning”, 20/ 6. 1778. tá lógin um Stavnsbaandet var avtikin.

Í 50 ár høvdu bøndurnir ikki loyvi at fara út um bøgarðarnar, frá tí at teir vóru 14 og til teir vóru 36 ár. Í 1741 – 42 bleiv lógin broyt, til at vera frá 9 og til 40 ár, og í 1764 heilt niður til 4 ára gomul børn.. Fyri tey undir 4 ár, mundi nokk ikki vera tann stóri vandin, tá í tíðini at renna undan, fýra ára gamal.. 

So danska harrafólkið lá einki aftanfyri stórbøndurnar, her á landi, í so máta, eftir sum okkum er sagt.

Tað eg sóknist eftir er, um nakar kennist við fólkini á myndini.
Her standa vit, nøkur av okkum. Tað vóru nøkur við í ferðalagnum, sum ikki eru á myndini.

Myndin er tikin í framvísingarhøllini á keyssamtøkuni, í København
Á ranguni á myndini stendur stemplað:
Brugsforeningsbladet, Og so, trykt eins og eitt skelti:

FÆLLESFORENINGEN:
FOR DANMARKS BRUGSFRENING
ISENKRAMAFDELINGEN
RADIO og FOTO
Venlig hilsen. Chr. C. Fisker.

Eg minnist ikki nøvnini á øllum. Men í aftara rað, frá vinstru. Har eri:
Nr. 3 Jógvan Gerðalíð við gráum ternitum jakka.- Nr. 5 John Poulsen, skræddari á Vatnsoyri. 

Nr: 8 Tummas Joensen bóndi av Kjallnesi í Kollafirið. Búðnaðarrágevi.
Fremra rað,f.v. nr 1: Símun Pauli Konoy, lærari. Nr 2 og 3. hjún. Minnist ikki navni á konuni, men maðurin er Magnus Samuelsen. Búði í Havn.
Eg minnist tveir aðrar, men kenni teir ikki á myndini. 

Annar var sonur Símun Pauli Konoy (Haldor), og hin at Albinus. Um tað var for ella eftirnavn veit eg ikki. Og meini hann var úr Famjun
Nr. 6 kvinnan, og 7 Chr. C. Fisker , arbeiddi í samtøkuni. Hugsi at hesi vóru fyristøðufólk.

Meira um Chr, C. Fisker, men fyrst,
Eg var stutt áðrenn hetta, afturkomin úr Danmark, var á trimum bóndagørðum, einari royndarstøð, staturin átti, og á landbúðnaðarskúla.
Og so tríggjar mánar úr skúlanum á ein garð, fyri at vinna mær fyri ferðaseðilin.

Eg veit ikki hvussu tað er nú, men eg skilti tað so tá, at Brugsen, (Brusen), tað vóru bøndurnir ið áttu og róku hana. 

Hesin Fisker. Eg spurdi hann, um hann ikki at Ficher? Nei bare en ganske almindelig fisker. Hann líktist í hvussu er ikki so nógv fiskimonnunum eg kendi fram við Jútlands norvesturstrendur. 

Vit komu at síggja handilin. Fisker og kvinnan leiddi okkum gjøgnum hetta í okkara eygum, veldiga hús,.

Vit vóru boðin til borðs og tosaðu um hetta við framsýningini og onkur har greiddi frá “Stavnsbaandets løsning”. samtøkuni og fátæku bóndunum og so víðari. 

Hann fráspurdi meg um viðurskiftini í Føroyum, og bað um bústað mín.
Nakað aftaná sendi hann mær hetta bílæti og spurdi um hann kundi koma til Føroyar og hitta meg. Eg bað hann vera vælkomnan. 

Hann kom so higar stutt eftir. 

Eg koyrdi persónbil. Mundi hetta ikki vera fyrsti taxa í Klaksvík? Richard pápabeiggi átti hann. 

Vit koyrdu so býin upp og niður, Hann var ikki so stórur tá. 

Vit vóru á Vágsbø, hugdu yvir Vánna, Tá letur í honum: Eg havi verið nógvastaðir í verðini, men aldri sæð so fagurgrønt gras fyrr

Jógvan, vit hava hugsa um at seta á stovn eina keypssamtøku her, kom tað enda frá honum. Hevði tað verið nakað fyri teg, at tikið tær av? 

Aftaná at eg hevði greitt honum frá, at tað helt eg ikki, fór hann at flenna og sigur, at tað er ikki vist at tað ikki verður nakað arbeiði í tí.. 

Eg skuldi hava sagt við hann, at tað hevði eg ikki hug til, tí eg ætlaði mær at arbeiða.

Tá hetta var avgreitt, spurdi hann so, um eg kundi vísa á onkran, sum kundi hjálpa sær við at finna onkun. 

Eg havi mangan hugsa um tað, at her sást tað best hvussu lítið skil eg havi fyri handildskapi. 

Eg fór til leiðarar á forrætningini hjá Kjølbro, Niels Vang, Leiðaranum á kanska størstu forrætning í landinum, um hann ikki kundi hjálpa hesum manni, at finna ein, ið kundi taka sær av hesi fyritøku. 

Niels var sera blídligur, men helt ikki at hann fór at taka sær av hesum, men gav onkrum, sum eg ikki eri greiðir yvir, hvør maðurin var. “Eina góða anbefaling.”. 

Vit fóru so norður á Stengur til onkran har. Eg havi fyrr hildið, at hetta var
Kjartan Lutzen, men tey halda at Kjartan var ikki í Føroyum tá. Kjartan kom at arbeiða á skrivstovuni hjá Kjølbro 

Fisker tók hesa mynd av bilinum og mær, undir fiskastykkinum á Stongun.
Har søgdu vit farvæl og sóust ikki aftur

So kom kríggið, alt samband við Danmark kvett, Og harvið eingin keypsamktøka á hasum sinni, her. 

So er tað tað: Skuldi eg heldur tað, tikið av tilboðnum 

Fyri Astrid hevði tað kanska verði tað rætta. Hon hevði nokk verið spard fyri nógvar olju og runukarmar, í baljuni, við skrubbuni og á vaskibrettinum.
Annars. Nei! Eg angri ikki avgerðina.

Fær nakar hjálpt mær við, hvørjir hesir eru? Ring, meyla ella skriva. 

Jógvan Gerðalíð,
Heygavegur 21 a. 700 Klaksvík.
Tlf. 45 51 34. teld. post . jegvan-g@olivant.fo
.