Verður í Badmintonhøllini í Klaksvík, leygarkvøldið klokkan 20.00.
Songkvinnurnar Asta, Jónvá, Vígdis, Ragnhild og Lillian hava vant dúgliga seinastu mánaðirnar síðan fløgan kom út, og nú er FAROE5, sum vann heiti føroya “Besti nýggi bólkur” á Planet Awards, farin á konsertferð í Føroyum.
Tær fimm hava longu framført á Sandi og á Oyrabakka, og seinasta vikuskiftið framførdu tær á MESS tiltakinum, sum var í Tórskjallaranum í havn.
Undirtøkan millum áhoyranar hevur verið stak góð alla staðni, so lagt er upp til eina rimmar konsert við FAROE5 í Badmintonhøllini í Klaksvík, leygarkvøldið klokkan 20.00.
Atgongumerki á 80 krónur fáast við dyrnar ein tíma undan konsertina.




