Ungdómsvikuskifti verður í KFUM&K í Klaksvík um vikuskifti 27.-30. Mars við nógvum spennandi tiltøkum.
Á skránni vera talur, sangur, drama, framførslur og mangt annað. Vit ynskja at hetta tiltakið kann peika ungum á Jesus og eitt lív saman við honum. Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini.
Soleiðis sær skráin út.
Fríggjakvøld 27. Mars
kl. 21 – Ungdómsmøti v/ Gimma Olsen
Leygardag 28. Mars
kl. 09 – M-dagur, undirvísing um gevaratænastu (byrja við morgunmati)
kl. 15 – Aktivitetir (øtast í Kfum/K)
kl. 20 – Konsert í Chr. kirkjuni til frama fyri nýtt blákrossheim
VOX, Kristel Lisberg, Jens Lisberg og Martin Joensen
kl. 22 – Ungdómsmøti v/ Petur Martin
Sunnudag 29. mars
kl. 21 – Ungdómsmøti v/ Reimund Langgaard kl. 21
Mánadag 30. Mars
kl. 20 – U-gudstænasta v/ Hanus Simonsen, eisini altargongd
Til øll tiltøkini verður møguleiki at fáa eitt prát um ein ynskir tað, vit hava sonevnd samtalu & forbønar fólk, sum eru til tað sama. Eisini verður okkurt gott at eta og gott samanhald.




