Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjakið um “vitanarsamfelagið” hevur flutt fokus frá fiskatilfeinginum og tí er einki komið burtur úr

John William Joensen

Meinhard Jaocobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur at vit seinastu árini hava brúkt alt ov nógva orku og tíð uppá “fuglar á tekjuni” ístaðin fyri tað sum vit hava í hondini

Føroyingar hava í alt ov stóran mun brúkt orku uppá tað, sum lítlan og ongan týding hevur ella neyvan kemur at hava fyri føroyska samfelagsbúskapin, sigur stjórin í Faroe Seafood, sum heldur at einasti vegurin fram er at fáa eitt orðaskiftið, ið snýr seg um virðisøking av fiskatilfeinginum.

– Tað er einki at taka feil av at vit mugu fokusera uppá tað sum vit eru góðir til og tað sum vit hava í hondunum

– Kjakið sum seinastu árini hevur verið um "vitanarsamfelagið" hevur snúð seg um alt annað enn fiskivinnu og úrslitið er har eftir – vit hava einki fingið burtur úr!!!

– Tosið um at tilfeingið er fólkið sum býr í hesum landinum, – hevur verið sera áhugavert – men í veruleikum hevur tað flutt fokus burtur burtur frá fiskivinnuni og úrslitið er at vit fáa minni og minni burtur úr tilfeinginum.

– Vit hava flutt eina rúgvu av fólki úr fiskivinnuni inn í almenna sektorin og hóast tað sjálvandi er positivt at vit hava fingið aðrar vinnur – so hava tær ongan sum helst týdning fyri inntøkugrundarlagið undir føroyska samfelagnum.

– Samstundis hava vit fingið ein totalt avlagaðan arbeiðsmarknað, sum ger at føroysk arbeiðsmegi als ikki er kappingarfør við londini rundan um okkum.

– Nú vitanarbløran er brostin sita vit eftir við einum arbeiðsmarknaði – sum er ein forðan fyri einari kappingarførari vinnu.

– Politiska skipanin hevur eisini borið brennið á bálið, tí tá vit høvdu mest at gera foraðu myndugleikarnir fyri at vit kundu fáa hendur á útlendskari arbeiðsmegi – og hetta var einkið annað enn ein katastrofa fyri virðisøking og framleiðsluna av tilfeinginum.

Vit skulu kappast har vit eru dugnaligir
– Tað sita milliónir av arbeiðsleysum programørum í india og tí er tað fullkomuliga burtur við at tosað um at føroyingar skullu livað av at útflyta software. Sjálvandi skulu vit eisini hava virkir innan hesi økið – men tey fara ognantíð at hava nakran sum helst týding fyri eina menning av føroyska samfelagnum.

– Vegurin frameftir er at virðisøkja tilfeingið sum svimur í havinum kring Føroyar!!!

– Hetta er nakað sum vit veruliga kunnu gerða nakað við – her og nú!!!

– Ein virðisøking av tilfeinginum kann beinanvegin útvega føroyska samfelagnum inntøkur – og tí vil eg fara so langt sum at siga at vit frameftir skulu brúka alla okkara orku á hesum økinum!!!

– Fiskurin svimur í høvunum kring Føroyar og á hesum økinum eru vit dugnaligir og eiga m.a. eitt heilt serligt toskaslag – sum ikki fæst aðrastaðni í heiminum.

– Men fyrst mugu vit gerða upp við okkum sjálvi um hvussu vit á besta hátt gagnnýta tilfeingið og her má politiska skipanin samstarva við vinnuna.

– Tað er ikki ein politisk uppgáva at siga hvør skal eiga hvat – men ístaðin at skapa karmar so vinnan sjálv kann virka á marknaðarligum treytum.

– Tað er umráðandi fyri vinnuna at hon kann fáa fatur á arbeiðsmegini hon hevur brúk fyri og kapitali.

– Men virðislønin er sera stór – fáa vit teir røttu karmarnar so kann man droppa alt tos um tilfeingisgjald tí tað far landskassin inn gjøgnum tað virðisøking sum verður skapt.

– Skulu vit náa hesum málinum mugu vit tora at kjakast um hvussu vit innrætta okkara fiskivinnu – á sjónum og á landið – frá A til Z!!!

– Miðskeiðis í 50unum var 95 prosent av føroyska útflutningsvirðinum fiskur og síðan hava vit brúkt nógva orku og tíð at menna aðrar sokallaðar vitanarkrevjandi vinnur.
– Men sambart hagtølunum fyri 2007 stóð fiskur nú fyri 96 prosentum av útflutningsvirðinum og tí mugu vit fáa eyguni upp fyri veruleikanum og fokusera uppá tað sum hevur týdning.

Føroyingar hava eitt gott útgangsstøði
Meinhard Jacobsen er sera bjartskygdur tá hann verður spurdur um framtíðarútlitini.

– Vit hava eini 500.000 tons av mati svimjandi rundan um oyggjarnar – so útgangsstøði hjá okkum sum tjóð er sera gott um vit fokusera uppá tað sum vit kunnu taka ella halda í.

– Eg vil pástanda tað at kjakið um "vitnanarsamflagið" hevur gjørt at vit føroyingar ongantíð hava verið so langt frá einum sjálvberandi búskapi sum júst nú.

– Mín boðskapur er tí púra greiður til politisku skipanina.

– Latið okkum fokusera uppá eina virðisøking av fiskatilfeinginum og so gevast við at brúka orku og tíð uppá fuglar á tekjuni!!!!