Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, nevndi í Degi og Viku gjárakvøldið møguleikan at skerja rentustuðulin – beint ímóti lyfti, sum Javnaðarflokkurin gav veljarunum tann 19/1-2008
Við "Dagur og Viku" nevndi fíggjarmálaráðharrin møguleikan at gerða inntriv í m.a. sjómannafrádráttin og renutstuðulin.
Á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum www.j.fo gevur flokkurin veljarum sínum lyfti um tað beint mótsetta.
Undir teiginum: Trivni í arbeiðs- og familjulívi, er flokkurin sera avgjørdur.
Har stendur stutt og greitt:
"Nei til at avtaka rentustuðul til egnan bústað"
Men sjálvandi – tað verður sagt so nógv í einum valstríði???




