Formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, sigur í samrøðu við Sosialin at privatu- og almennu fakfeløgini skulu gloyma alt um hægri lønir.
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum og limur í fíggjarnevndini, sigur at útsøgnirnar hjá fíggjarnevndarformanninum vísa greitt hvør hevur maktina í samgonguni.
– Fyri fáaum døgum síðan var fíggjarmálaráðharrin, Jóannes Eidesgaard, úti og nevndi nakrar møguleikar – sum vóru til at skerja vaksandi almennu útreiðslurnar.
– Men í Sosialinum í gjár pilkar Anfinn øll tiltøkini hjá Eidesgaard niður og gerð púra greitt, at samgongan sleppur ikki at nerta heilaðu kúnnar hjá Fólkaflokkinum.
– Í greinini boðar Kallsberg frá at ein totalur stoppari skal setast fyri lønarvøkstri á baði privata- og almenna marknaðinum.
– Fyri at verja sjómanna frádráttin og rentustuðulin verða allar marknaðarkreftir settar til viks og flokkurin agerar sum hann gjørdi tá kreppan var fyrst í 90-unum.
Fólkaflokkurin eigur at lata marknaðarkreftirnar ráða
Tórbjørn Jacobsen sigur at uppskriftin hjá Anfinn Kallsberg er púra burtur við og beinleiðis vandamikil.
– Lærdómurin frá kreppuni í 90 unum er at tað er lívsfarligt at suspandera marknaðarkreftirnar. Tá avgjørdi løgtingið at seta almennu lønirnar niður og hetta skuldi vísa seg at fáa sera álvarsligar avleiðingar.
– Hetta slapp politisku skipanini undan at fremja sparingar og skerja almenna sektorin og tá so tíðirnar gjørdist betri eksploderaður almennu útreiðslurnar.
– Lønarniðurskurðurin fyrst í 90 unum gjørdist ein tikkandi bumba undir lønarsamráðingunum tey eftirfylgjandi árini – og tí upplivdu vit eina ekspandering av almennu útreiðslunum sum neyvan hava sæð sín líka.
– Í staðin fyri at blanda okkum upp í lønarviðurskifti hjá tí privata og tí almenna eiga vit heldur at lata fríu marknaðarkreftirnar ráða og lata konkurslógina reinsa út.
– Almennir stovnar verða noyddir til at rationalisera, men fara vit inn og lækka lønirnar – so verður eingin rationalisering og vit fáa aftur eina tikkandi bumbu – sum brestir so skjótt sum tíðirnar batnað aftur.
Fólkaflokkurin ræður
– Útsøgnin hjá Anfinn Kallsberg vísir tíðuliga at Fólkaflokkurin situr á Javnaðarflokkinum og teir brúka øll vápn at verja síni heilagu kýr.
– Vit mugu í holt við at niðurlaga stuðulsskipanir sum rentustuðl og sjómannafrádráttin, men her fær Jóannes Eidesgaard ikki eitt bein til jørðina.
– Tað sum undrar meg er at Fólkaflokkurin enntá hóttir við at seta fríu marknaðarkreftirnar út av spælinum, sigur Tórbjørn Jacobsen, fíggjarnevndarlimur




