Í dag vunnu føroysku kvinnurnar 3-1 á Litava og harvið framdu tær eitt satt bragd við at vinna kappingina
Føroyska kvinnulandsliðið fekk í dag enn ein sigur, tá tær spældu tann seinasta dystin í minikappingini í Kroatia. Føroyar vunnu dystin móti Litava 3-1.
Og tað var nóg mikið til at vinna kappingina!
Eftir at dysturin móti Litava var liðugur varð annars hildið, at Føroyar endaðu á øðrum plássi, tí tað frættist, at dysturin millum Kroatia og Bosnia Hersegovina var endaður við javnleiki 2-2. Men Kroatia skoraði í endanum av dystinum til 3-2, og tað úrslitið bar í sær, at Føroyar, Kroatia og Bosnia øll endaðu við sama stigatali og Føroyum sum vinnara.
Niklas á Líðarenda, ferðaleiðari, sigur, at Føroyar vóru nógv tað betra liðið í dystinum móti Litava í dag. Kortini komu litavar á odda´í dystinum. Men tað eydnaðist føroyingunum at javna áðrenn hálvleik. Tað var Rósa Magnussen, sum skoraði útjavnandi málið eftir horna.
Í øðrum hálvleiki høvdu føroysku kvinnurnar tað mesta av spælinum, og Heidi Sevdal og Malena Josephsen stóðu fyri málunum, ið tryggjaðu Føroyum sigurin.
kelda: www.fsf.fo




