Skipið, sum millum annað inniheldur heimsins størstu, flótandi bókasølu, leggur at bryggju á vestara havnarlag í Klaksvík hósdagin klokkan seks seinnapartin, har almenn móttøka verður fyri skipi og manning, sum telur umleið 360 fólk.
– Hetta er framvegis tykkara skip, tað er framvegis skrásett í Føroyum og flagg tykkara fer hvønn dag at veittra umborð, og vit vilja gera okkara ítarsta til at umboða tykkum og flagg tykkara á best møguliga hátt!
Nakað soleiðis segði maðurin, sum hevur ábyrgdina av øllum starvsfólkunum umborð og teimum tiltøkum, sum framd verða út frá Logos Hope.
Nú hósdagin leggur Logos Hope frá landi suðri í Havn og setur kós á Klaksvík her hon leggur at landi hósdagin kl. 18:00 seinnapartin.
Almenn móttøka verður fyri skipi og manning, tá ið skipið leggur at, og vóna fyrireikararnir, at mong vilja koma á støð at taka ímóti og á tann hátt at vísa manningini, sum telur umleið 360 fólk úr 42 londum, vælkomnari til Klaksvíkar.
Serlig uppliving
fyri føroyingar
Logos Hope er sum kunnugt fyrrverandi Norrøna, og fyri okkum føroyingar kennist tað tí sum nakað heilt serligt at vitja umborð á okkara góðu, gomlu ferju, sum hevur tænt okkum so trúliga her í Norðuratlantarhavinum.
Uttan sær skipið tað sama út, men síðan ársbyrjan í 2005, tá ið OM keypti skipið frá Smyril Line, er gjørt ein ógvuliga umfatandi, sjálvboðið umvælingararbeiði, soleiðis at Logos Hope innan er heilt øðrvísi enn Norrøna var.
Ein av manningini, sum í fleiri ár sigldi við Norrønu, og sum fríggjadagin vitjaði umborð, segði, at hann kendi innrættingina aftur, men einki annað!!
So tað er einki at ivast í, at sera nógv er gjørt við skipið. Eitt nú er 4. dekk, sum var ovari partur av bildekkinum, umgjørt til eina risastóra bókasølu og café
Opið skip hvønn
dag frá 11 til 23
Logos Hope kemur á Klaksvík hósdagin klokkan 18:00, og tað verður liggjandi á vestara havnarlag (niðan fyri Norðborg) til sunnukvøldið klokkan 23:00, tá ið tað setur kós ímóti Írlandi.
Hesar dagarnar verður skipið opið fyri almenninginum hvønn dag frá klokkan 11:00 fyrrapartin til klokkan 23:00 á kvøldi. Sunnudagin verður skipið opið frá klokkan 15:00 til 23:00.
Av og á verða ymiskar tónleikaframførslur í café’ini, sum gera vitjanina enn meira hugnaliga.
Almenni parturin av skipinum er 4. dekk, har heimsins størsta, flótandi bókasøla er at finna og somuleiðis ein stór café, har fólk kunnu seta seg at slappa av við einum kaffimunni og kanska fáa eitt prát við tey mongu og ymiskum fólkini, sum starvast umborð á hesum serstaka skipi.
Rundsýningar verða bjóðaðar teimum vitjandi, har tey sleppa ein túr runt í skipinum at síggja umstøðurnar saman við fólki, sum greiða frá.
Ymisk tiltøk í
landi og umborð
Meðan Logos Hope liggur á Klaksvík, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, bæði umborð á skipinum og í landi.
Nærri upplýsingar um hesi tiltøk eru at finna á heimasíðuni hjá OM-Føroyar, www.om.fo.
Eitt av hesum tiltøkunum verður í KÍ-høllini leygarkvøldið kl. 19.30, har skipað verður fyri einum Logos Hope-kvøldi.
Beint við landgongdina er ein móttøka, har fólk kunnu fáa fleiri upplýsingar, seta spurningar o.s.fr.
Sunnukvøldið klokkan 23:00 fer Logos Hope úr Føroyum, og verður tá skipað fyri einum “farvæl”-haldi á vestara havnarlag.




