Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið í Havn røkir nú náttarvaktina í Norðoyggum, Eysturoynni og Vágunum

John William Joensen

Tá ein bilur fór á sjógv niðan fyri frystihúsið hjá Antonius Olsen náttina til týsdagin, sendi alarmsentralurin ein patrulju avstað – úr Havnini

Alla hesa vikuna er eingin politistur á náttarvak – uttan á politistøðini í Havn.

Politistarnir í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágunum hava frí og mánakvøldið varð patrulja send úr Havn til Klaksvíkar.
Eingin skipað tilbúgving hjá politinum var tøk í norðoyggum.

Kundi kravt mannalív
Beint eftir miðnátt (náttina til týsdagin) kemur fráboða til alarmsentralin í Havn, at eitt bilóhapp er við posthúsið í Klaksvík og at bilførari saman við øðrum manni – báðir sjónliga ávirkaðir – ganga rundan um bilin.

– Vit koma á staði – eru boðini frá alarmsentralinum og ein patrulja far boð um at fara avstað – frá politistøðini í Havn.

Løtu seinri kemur næsta fráboðanin til alarmsentralin.

– Mennirnir, sum eru sjónliga ávirkaðir av rúsdrekka, eru farnir aftur í bilin og koyra nú við nógvari ferð út móti Bumshamri……..

Poltiistøðin í Havn vissar um at politiið er á veg….

Tað ganga síðani nakrir minuttir og síðani ringir ein persónur sum býr á Stongunum.

– Eg síggi ein bil við ljósum liggja og flóta á Vánni niðan fyri húsini hjá Antonius………

Politistøðin ringir síðan til ein løgreglumann í Klaksvík, sum av tilvild er staddur heima við hús. Hann og hinir politistarnir í Klaksvík hava frí og kundu tí, um illa bar til, verið av bygdini.

Politiið í Havn greiður honum frá at ein patrulja er á veg úr Havnini, men teir vita ikki hvar húsini hjá Antonius eru og biðja hann fara oman at vegleiða.

Staðfest verður síðani at ein bilur flýtur út fyri bryggjuna og froskmenn verða boðsendir at leita.

Teir finna jakka og onnur spor, men ongar menn – men síðani verður staðfest at mennirnir hava svomið í land og eru rímdir frá ástaðinum.

Sum Norðlýsið skilir er øll tilbúgving hjá politinum hesa løtuna samskipað av einum løgreglumanni, sum hevur frí og sum av tilvild er staddur í Klaksvík.

Seinri um náttina kemur politibilurin úr Havn..

Havnin heldur nú vakt í Klaksvík
Sum skilst hava allir politistarnir í Norðoyggum frí eftir vanliga arbeiðstíð og politistøðin í Havn røkir náttarvaktina í Norðoyggum, Eysturoynni og Vágunum alla hesa vikuna.

Sostatt røkir Havnin vaktarhaldið í Klaksvík og í Norðoyggum og hendir nakað álvarsligt – er bara at vóna at politistar – sum annars hava frí – eru staddir nær ástaðnum.