Í svimjikappingini í Esbjerg kvalifiseraði Frans Johannessen seg til EM fyri juniorar, sum verður í Prag í juli í ár.
Í døgunum 7. – 12 . apríl var stór svimjikapping í Esbjerg, DM á langbana. Vit hoyrdu javnan um úrslitini hjá føroysku svimjarunum. Men tað var ein føroyingur, sum rættiliga gjørdi um seg, sum vit onki hoyrdu um í føroysku pressuni, sjálvt um føroyski hópurin kennir hann og hansara væl. Svimjarin er Frans Johannessen, sonur Nicolinu hjá Sørin og Bergfríð Danielsen í Kunoy og Árant Johannessen úr Funningi .
Foreldrini fluttu niður, tá ið Frans var 2 ára gamal, og longu sum 5 ára gamal fór hann at svimja. Frans er í dag 16 ára gamal og hevur vunnið fleiri kappingar.
Í løtuni gongu Frans í einum úrvalsflokki fyri ítróttarfólk í fólkaskúlanum á Vestervang í Esbjerg.
Í svimjikappingini í Esbjerg kvalifiseraði Frans Johannessen seg til EM fyri juniorar, sum verður í Prag í juli í ár.
Somuleiðis vann Frans Johannesen 5 heiðursmerki. 1 gull í 4x100m fyri lið, 1 silvur í 4×100 m frí fyri liD, 1 bronsu 400 m frí, 1 bronsu 50 m bringu og 1 bronsu 4×200 m frí fyri liD.
Komandi vikuskifti skal Frans Johannessen luttaka í DM fyri lið. Tann kappingin verður í Kastrup.
Annars eru málini hjá Frans Johannessen at taka lut í EM 2009 í Prag og í OL í 2012 í London.
Spennandi verður hvussu fer at gangast honum í hesum kappingum.




