Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya feitasta stuðulskonsert

John William Joensen

Hóskvøldið 7. mai kl. 19.00 verður stórt stuðulstiltak í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv 26. apríl 2009

Hóskvøldið 7. mai kl. 19.00 verður stórt stuðulstiltak í Norðurlandahúsinum til frama fyri tvær skúlaverkætlanir í afrikansku londunum Gana og Liberia. Umframt tíggju av Føroya heitastu tónleikanøvnum verður upplestur av yrkingum, dansur og uppboðssøla av málningum eisini á skránni.

Birita Wardum, Katrin Dam á Neystabø og Ása Dam á Neystabø hava saman við øðrum tikið stig til tiltakið, og allur peningurin fer til eina skúlaverkætlan hjá felagsskapinum Crudec (Care for Rural and Deprived Children) í Gana og til verkætlanir í Liberia og Senegal, sum ABC barnahjálp stuðlar. Leigan av Norðurlandahúsinum, tónleikarar, yrkjarar, myndlistafólk og alt annað arbeiðið er latið ókeypis.

Fyrsti bólkurin fer á pall kl. 19.30 í niðanfyri standandi raðfylgju. Tónlistarliga skráin fevnir víða, og nøvnini tala fyri seg:

• ORKA við Eivør Pálsdóttir
• Martin Joensen
• LadyFire
• Petur Pólson
• Dánjal
• Frændur
• Høgni Lisberg
• Bet Your Are William
• Boys in a Band
• Hallur Joensen

Millum tónleikaframførslurnar fara Hanus Kamban og onnur at lesa upp yrkingar, Jóna Thomsen fer at framføra dans, og so verður eisini høvið til at keypa málningar á uppboðssølu frá 25 føroyskum listafólkum. Tey 26 eru Høgni Thomsen, Vera Larsen, Maibritt Frederiksberg, Maria Mørkøre, Frits Johannesen, Øssur Mohr, Sirikit Jacobsen, Jón K. Poulsen, Bárður Dal Christiansen, Jóannes Lamhauge, Edith Mørkøre, Eli Smith, Harry Knudsen, Ásla Rannvá Svendson, Nikolina Højgaard, Guðrun & Guðrun, Bergun Kass, Katrin Svabo Bech, Zacharis Heinesen, Beinta Vilhelmsen, Kristina Joensen, Eivør Pálsdóttir, Ann-Mari Mouritsen, Sámal Toftenes, Hedvig Johansdóttir og Ása Thomsen.

Møguligt er at síggja og bjóða uppá listaverkini frá 4. mai og fram til 7. mai.
Listaverkini verða sýnd fram á torginum í SMS í døgunum 4. til 6. mai. 7. mai verður framsýningin flutt niðan í Klingruna í Norðurlandahúsiðnum, sum hevur ókeypis atgongd til øll áhugaði at skoða. Hesar dagarnar verður møguligt at bjóða upp á listaverkini gjøgnum sms-skipan, og meira fæst at vita um hetta á framsýningini og í miðlunum komandi dagarnar.

Allur peningurin fer óskerdur til tvær skúlaverkætlanir í Liberia og Gana, og atgongumerki til stuðulskonsertina fáast á: www.nlh.fo. Avmarkað atgongd, so skunda tær at keypa atgongumerki til Føroya feitasta stuðulstiltak.

Upplýsandi fundir um at fara avstað sjálvboðin
Í døgunum undan tiltakinum skipa stigtakararnir saman við danska felagsskapinum Mellemfolkeligt Samvirke fyri tveimum upplýsandi fundum um at fara avstað sum sjálvboðin.
Fyrri fundurin verður í kantinuni á Handilsskúlanum á Kambsdali mánadagin 4. mai kl. 15.15.
Seinni fundurin verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 6. mai kl. 20.00.

Vit takka fyri stuðulin
Fyriskipararnir takka hjartaliga fyri allan stuðul í sambandi við stuðulstiltakið og verkætlanirnar hjá CRUDEC og ABC barnahjálp. Møguligt er longu nú at stuðla verkætlanunum við at flyta pening á konto: “Sjálvboðin” í peningastovnum kring landið.

Eik Banki: 9181-1714548
Føroya Banki: 6460-1809166
Suðuroyar Sparikassi: 9870-1032314
Norðoya Sparikassi: 9865-1041325

CRUDEC ABC barnahjálp
www.crudec.com www.barnahjalp.fo

Birita Wardum, tlf.: 254595 Rúna Sivertsen, tlf.: 222585
Katrin á Neystabø, tlf. +4561717041