Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein ørvísi tónleikaferð har Leikalund er

John William Joensen

– Konsert við Hanus G. Johansen 2. mai kl 20

Tíðindaskriv og vangamynd av kendasta núlivandi tónasmiðji úr Klaksvík!

Kom við Leikar í lund á eina ørvísi tónleikaferð. Á ferðini fært tú høvi at hoyra aukustiskan tónleik í autentiskum umhvørvi. Karmur um konsertirnar er onki minni enn elsti partur av gamla handilinum í Klaksvík frá 1838. Bygningurin húsar í dag Norðoya Fornminnasavn og Leikalund.

Leikar í lund er áhugafelag sum skipar fyri ymsum tiltøkum. Fyrsta konsertin á hesi tónleikaferð verður 2. mai kl 20.
Á konsertini framførir Hanus G. Johansen tónleik, sum hevur givið honum íblástur og hugtikið hann frá ungum árum. Vit koma eisini at hoyra løg sum Hanus hevur smíðað til yrkarar úr Føroyum og øðrum londum.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og heintast/ keypast í Leikalund.

Vangamynd
Hanus G. Johansen hevur betur enn fáur megna at hugtiki áhoyrarar á sínum mongu konsertum síðan sjeytiárini. Hann hevur havt framførslur alt frá posthústrappuni í Klaksvík, við lynningina á Jógvan S aftaná ein ísfiskatúr undir Ísland, í Norðurlandahúsinum, á Land og folk festival í felledparkini í Keypmannahavn osfr…

Við síni djúpu rødd hevur Hanus bergtiki bæði yngri og eldri áhoyrarar í Føroyum og í øllum norðanlondunum. Serstakliga eru tað tulkingar hansara av m.a. Bob Dylan, Leonard Cohen og David Bovid sum mong av okkum minnast. Men Hanus G. Johansen hevur eisini skoynkt tónleikaheiminum eitt hav av egnum løgum m.a. til yrkingar hjá Pól F. Joensen. Løg sum seta sjónlig spor millum varðar av tónleiki sum hann hevur smíða m.a. á sjómansheiminum í Klaksvík, á Rættini í Hósvík, á Garðavegnum í Tórshavn, Dale í Noreg, Struer í Danmark o.o. støð hann hevur vitja millum ár og dag.

Útgávur: Gaman og álvara (1988) – Bouquet (2000) – frå Leddiken (2006).

Hanus G. Johansen er aftur í Klaksvík 2.mai. Hoyr hann syngja og spæla í Spaniastovu í gomlu handilshúsunum kl 20.

Harleyfacadeacryl