Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

25.000 kr. er boðið

Oliver Joensen

Hægsta boð uppá málningin av Waagstein frá 1937 er nú uppá kr. 25.000,-
Tilber at senda inn boð til nordpres@olivant.fo

Tey í Gamalt-Nýtt í Klaksvík gjørdust bilsin, tá ein málningur av Waagstein frá 1937 kom úr eini bingju sum Danmissión hevði sent Gamalt-Nýtt.

Sonja Bjartalíð, leiðari á Gamalt-Nýtt sigur, at tey regluliga fáa bingjur frá Danmissión við ymiskum sum verður selt í handlinum í Klaksvík. Allar inntøkur fara til góðgerandi endamál, og vit sum arbeiða í handlinum gera tað við áhuga og ikki fyri pengar.

Hvussu málningurin eftir Waagstein er komin í kontainarar vita vit ikki, men vit vita, at Danmissión ofta tømir íbúðir og sethús eftir deyðsbúgv, og helst er hesin málningurin á henda hátt endaður í Klaksvík.

Malningurin, sum er 69×40 sentimetrar við rammu, sýnir løgmansgarðin við Glyvursnesi í baksýni.

Um onkur hevur hug at geva eitt boð uppá málningin, so ber til at støkka inn á gólvið í Gamalt/Nýtt longu ímorgin, har málningurin verður sýndur fram.

Eisini ber til at senda eitt boð yvir teldupostin til Norðlýsið, sum vit síðani handa víðari til Gamalt/Nýtt.

Teldupostadressan er nordpres@olivant.fo
Minstaboð 16.000,- krónur, skulu vit heilsa og siga.


Viðkomandi viðmerking frá Mariusi Rein:

Handa myndin er av royndarstøðini í Hoyvík, har fornminnissavnið nú er. Nesið aftast í myndini er Glyvursnes. Løgmansgarðurin var á Steig í Sandavági.
Rætt er, at onkur løgmaður hevur havt ætlanir um at húsini skulu gerast til løgmanssæti, men tað er einki tosað um tað nú í longri tíð.

Sum sagt, myndin kann síggjast í Gamalt nýtt ídag, og boð uppá myndina kunnu eisini sendast til Norðlýsið um onkur hevur hug til tað.Teldupostadr nordpres@olivant.fo