Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skulu vit hava tónlistarskúla?

Oliver Joensen

Las fyri løtu síðani eina grein í Norðlýsinum, har Eyðgunn Samuelsen greiðir frá hugburðinum í býráðssamgonguni mótvegis mentanartilboðunum í Klaksvík.

 Sum leiðari av Klaksvíkar Tónlistarskúla festi eg meg serliga við tað sum viðkemur Tónlistaskúlanum og eg má siga, at tað er sera skakandi at lesa, at formaðurin í mentanarnevndini hevur nevnt møguleikan at niðurleggja Tónlistaskúlan í 2 ár fyri síðani at byrja aftur.
Hetta vísir eina ótrúliga lítla vitan um tað arbeiði, sum verður gjørt i Tónlistaskúlanum og er sera niðurgerandi fyri okkum lærarar. Er arbeiði okkara so lítið vert, at tað ber til at niðurleggja uttan víðari?
Um undirvísingin verður niðurløgd í 2 ár, verður tað sum at byrja heilt frá byrjan aftur. Hetta er ein lang prosess, sum tekur fleiri ár. Næmingarnir læra ikki at spæla á eitt ljóðføri eftir nøkrum døgum ella vikum, tað tekur fleiri ár og krevur nógv tol og arbeiði, bæði frá næmingum, lærarum og eisini mugu foreldrini vera við. Har er einki “lynkursus”, men venjing, venjing og aftur venjing. Í hesum høpi er tað at vera áhaldin, eitt lykilorð. Tí ber ikki til at niðurleggja virksemið í nøkur ár, uttan so at tað hevur sera umfatandi avleiðingar.
Tað er sera avgerandi at vit hava góð undirvísingartilboð til børn og ung, hetta fyri at menna tey og at tey hava møguleika at ogna sær vitan, sum ríkar bæði tey sjálvi og umhvørvi teirra. At avmarka hesi tilboð er tann skeiva gongdin, vit skulu heldur leggja okkara stolt í at tey fáa góða undirvísing. Tá tíðirnar eru ringar, er enn meira umráðandi at tey hava hesi tilboð. Eyðgunn nevnir eisini at trupulleikar við ungdóminum eru nógv minni nú síðani Virkishúsið kom.
Fyrr í ár var mentanarnevndin á vitjan á ymsum mentastovnum í kommununi og komu tey m.a. til Tónlistaskúlan. Tey sóu umstøðurnar hjá okkum, sum vit í fleiri ár hava víst á, eru langt frá at vera góðar. Gamli Skúli er ein hugnaligur, gamal bygningur, men sum hann er, er hann ikki egnaður til tónleikaundirvísing. Serliga tað, at hølini eru ikki ljóðdoyvd, men eisini støddin á undirvísingarrúmunum, tørvur er á stórum umvælingum ella umbygging. Vi hava víst tol í fleiri ár og bíðað eftir at røðin kom til okkara, men nú kom hetta sum eitt slag. Eg vóni ikki hetta er endin á Klaksvíkar Tónlistarskúla, sum hóast alt hevur yvirlivað í góð 30 ár.

Harleyfacadeacryl