Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meirilutin ræður…

John William Joensen

Meirilutin í Klakvíkar Býráð fingið munnkurv – hitt opna sinni, ið glógvaði frammanundan valinum, er nú latið aftur og sløkt.

Tá meirilutin upp á 6 umboð hevði raðfest og brúkt 118 milliónir av pengum skattgjaldarans í Klaksvíkar kommunu, tá vóru ikki 450 túsund krónur til raðfestingar hjá teimum 5 minnilutaumboðunum!

Meirilutin vildi ikki tosa um hetta, tey tímdu ikki at svara spurningum, ið settir vóru í samband við málið –nei, tey høvdu øll munnkurv, hvør hevði givið teimum hana ber bert til at  gita um. 

Kjakið í tí stúgvandi fulla býráðssalinum sýndi týðiliga hugburðin hjá sitandi meiriluta. Tey tóku nóg illa orðið undir kjakinum, men tá kjakið var liðugt, tá lupu fleiri teirra á minnilutan, ið ikki á nakran hátt fekk vart seg. So langt frá demokratiskum prinsippum man býráðsarbeiðið sjáldan hava verið, ið hvussu er ikki seinastu nógvu árini. Og hitt opna sinni, ið glógvaði frammanundan valinum, er nú latið aftur og sløkt. 

Minnilutin hevði fleiri góðar próvgrundir fyri, hví vit áttu at veita Atlantis pengar, so tey kundu hava opið, hví týdningurin er stórur, tá umræður Tónlistaskúlan, og hvussu ófatiliga óheppið tað verður fyri Húsið og ansingarstovnin Sornhúsið at leggja saman. Harumframt bókasavnið, vevskúlin og gøtusópingin, ið onki hava at taka av. Borgarin í Klaksvík líður nóg mikið undir kreppuni. Við at taka grundarlagið undan týðandi stovnum, so skapa vit mistrivnað. Signalini eru alt ov týðilig: Norðoyggjar, haldið tykkum burtur frá hesi kommunu, tí her er onki og verður onki at koma eftir! Borgarar í býnum, komið ikki higar og vænti tykkum nakran trivnað í hesum býi, búsetið tykkum aðra staðir. Og tit ungu: tað er ikki so farligt við tykkum…. 

Minnilutin grundaði sínar útreiðslur á tey tøl, fíggjarstjórin í kommununi hevði roknað við fyri verandi fíggjarár. Hesi vísti eina inntøku upp á 120 mió. Sostatt var onki forgjørt í at hækka fíggjarætlanina við 450 túsund. Tá hetta ikki bar til, vísti minnilutin á, at afturgjaldsskáin hjá meirlutanum upp á 4 mió. kundi verðið 4,45. Hetta vann heldur ongan frama. Tískil stendur eftir, at málið snýr seg um onki at vilja við mentanarlívinum, ja kanska heldur vilja privatiseringar. Men hví arbeiða við duldari dagsskrá og hví so lítil stirðil er í meirilutanum, at tey ikki tora at kalla ein húk fyri ein húk, tað veit eg ikki. 

Eirindaleyst varð semingsuppskotið frá minnilutanum avvíst. Ført varð fram, at hetta onki hevði at týða fyri raksturin á hesum støðum. Men soleiðis er tað ikki. Hesir stovnar, ið onnur síggja upp til okkum fyri, verða nú knústir. 

Eg vil siga borgarstjóranum, at stórur partur av klaksvíkingum vil hava Atlantis og aðrar mentanarstovnar. 

Meirilutin hevur dyggiliga prógvað, at brúk er ikki fyri øllum valdu umboðunum í býráðsarbeiðinum. Tey hava tíverri eisini lagt upp til, at samstarv er ikki neyðugt ímillum kommunuumboðini –og tað er stórt spell, haldi eg, nú Klaksvíkin stendur fyri stórum broytingum og brúk er fyri øllum góðum kreftum. Spell spell…

Óluva Klettskarð