Sigast má, at tað kom sera óvart á flestu, tá Norðlýsið kundi boða frá, at ógvusligar og umfatandi broytingar vóru gjørdar innan føroyska politiið, og okkara landsstýriskvinna Annika Olsen, nærum onki vitsti um hesar broytingar.
LEIÐARIN – NORÐLÝSIÐ
Karstin Hansen, løgtingsmaður hevði prógvini í einum skjali hann hevði fingið hendur á, men tað ótrúliga sum hendi var, at hann nærmast bleiv háðaður fyri at ganga runt við einum gomlum skjali, sjálvt um hetta seinni vísti seg at vera júst tað heitasta í málinum.
Vit vita væl at málsøkið politiið í Føroyum er danskt málsøki, og hvat so, forpliktar hetta ikki danir at hava eina politistyrkju í føroyska samfelagnum, sum vit borgarar kunnu hava álit á, kann veita okkum tað polititænastu vit hava brúk fyri?
Fleiri ferðir hava vit í seinastuni víst á dømi, har polititænastan als ikki er nøktandi. Tá politiið í Klaksvík fer av vakt kl. 16 seinnapartar yvirtekur politistøðin í Havn, ið eisini skal røkja økið í Vágoynni vestur til Gásadals og í Norðoyggjum til Viðareiðis, ein teinur uppá minst tveir tímar um koyrt verður við skili og helst nógv drúgvari enn tað í illveðri og kava um veturin.
Eitt ræðandi dømi var, tá ringt var tríggja ferðir á kvøldi til politistøðina í Havn, Fyrst var greitt frá, at ein bilur hevði rent á við rundkoyringina í miðbýnum og menninir, ið gingu rundanum bilin sóu ávirkaðir út. Tá onki politi kom, bleiv ringt einaferð enn og sagt frá, at nú fóru bilurin fúkandi út eftir Klaksvíksvegnum.
Uppaftur seinni bleiv ringt og sagt frá, at nú fleyt ein bilur á sjónum úti í Klaksvík. Tá ringir politistøðin í Havn til ein politi í Klaksvík sum heppi nokk er inni sjálvt um hann hevði frí, og bað hann fara at hyggja hvussu støðan fær.
Í hesum døgum verður so nógv tosað og skrivað um fyribirging. Men vit hava als ikki brúk fyri einum politistaliði í Norðoyggjum ið ikki kann virka fyribyrgjandi og hava stutt til støðini har óhappini henda, tá skaðin er hendur og fólk kanska hava ligið deyð í tímar, tá kann kanska bíðast til ímorgin, ella hvussu?
Tað varð sagt av einum politikara fyri stuttum, at tað sýntist sum um, at hesin fútin varð sendur til Føroyar at rigga av, helst tí at danir rokna við at føroyingar alíkavæl fara at yvirtaka politiið og kanska roynir hon við hesum at framprovokerað eina yvirtøku.




