Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórfingin móttøka fríggjadagin

John William Joensen

Størsta og nýggjasta skipið í flotanum kemur á Klaksvík sjálvan Dýrábiðudag og almenna hátíðarhaldið byrjar kl. 14.

Í morgin er stóri dagurin tá størsta og nýggjasta skipið í flotanum, Norðborg, kemur á Klaksvík.

Lagt verður upp til eina stóra og hábarlsiga móttøku í djúphavnini í Ánunum, skrivar mentanardeildin hjá Klasvíkar Býráð í tíðindaskrivið.

Skráin fyri hátíðarhaldið sær soleiðis út.

Skrá:
1 – Klaksvíkar Hornorkestur spælir, meðan skipið leggur at

2 – Borgarstjórin heldur røðu

3 – SUÐ syngur

4 – Røða av skipinum

5 – Sangur øll syngja – Klaksvíkar Hornorkestur spælir undir
Nú leiti eg til tína náði

6 – Klaksvíkar Hornorkestur spælir

7 – Boðið verður umborð at síggja skipið

Hettar eru bestu tíðindini í longri tíð – í eini tíð har m.a. kósavirkið framvegis liggur stilt og stórir partar av fiskivinnuni hevur tað trupult.

Tì eiga vit sum býur at fegnast enn meira um heimkomuna hjá nýggju Norðborg og alt eigur at verða gjørt fyri at gerða heimkomuna hátíðarliga.

Eitt hugskot hevði verið um so nógvir bátar sum gjørligt luttóku í eini móttøku á Vánni og fylgdust til bryggju við nýggju Norðborg.

Hjartaliga tillukku til tykkum sum varða av og sigla við nýggju Norðborg.

Norðborg er í løtuni stadd vestan fyri Føroyar – sí knattastøðuna við at trýsta á hesa leinkjuna