Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aling og øsing

John William Joensen

Ótrúligt sum nøkur fingu ilt av uppskotinum um broytingar í alilóggávuni.

Nøkur hava enntá sagt, at talan er um eina grundlóg fyri aling, og tí eigur man at útseta alt og bíða við øllum broytingum í óasetta tíð. Tað er at skjóta spurvar við kanónum, tí talan er bert um at gera neyðugar tillaðingar í takt við menningina í alivinnuni.

Tá politikkarar tosa um at skapa karmar til vinnuna at virka undir, so merkir hetta ikki bara avmarkingar. Tað merkir eisini øktir møgulekar og skipað viðurskifti. At føroysk alivinna nú hevur ment seg so nógv, at flestu fyritøkur síggja fyrimunirnar í at leggja saman og harvið fáa enn meiri burturúr, er ikki ein trupulleiki men ein fyrimunur. Tað er so sjáldan, at vit í okkara lítla landi hava møguleika fyri at skapa nakað stórt, og tí eigur tað, sum kann gerast stórt, at fáa møguleikan. Politikkarar, og tá serliga tjóðveldisfólk, skuldu verið tey síðstu at talað ímóti menning og vøkstri í føroyskum vinnulívi, har allir liðir frá byrjan til endans eru føroyskar loysnir við føroyskum kapitali. Men tjóðveldinum so líkt megnar man eisini á einum so sjálvsøgdum øki at sáa split og klandur. Úrslitið er sundurlyndi heldur enn samanhald, og til tjúgund og síðst ger tað, at tjóðskaparhugurin hjá fólki sum heild minkar.

Grundgevingarnar hjá forkvinnuni í Fiskaaling, Umhvørvisstovuni og Tjóðveldinum byggja tær flestu á sand. M.a. sigur forkvinnan í Fiskaaling, at nýhugsan og nýmenning kann hvørva, um bert tveir alirisar verða eftir í Føroyum. Hetta sjónarmiðið er ikki serliga empiriskt, tí tað er í teimum stóru fyritøkunum við yvirskotskapitali, at ráðini eru til staðar at hugsa nýtt, gera royndir og nýmenna. Smærri fyritøkur eru mest upptiknar av at vaksa við teirri vón at gerast so stórar, at tær eisini einaferð kunnu hava vágafúsan kapital til at gera royndir og hugsa nýtt. Somuleiðis er tað í teimum stóru fyritøkunum, at góðu størvini eru. Tað eru tær størru fyritøkurnar, sum seta fólk við hægri útbúgving í starv, meðan smærri fyritøkurnar ikki hava somu umstøður til hálønt størv. Tí eru tey flestu vælútbúnu fólkini at finna í almennum størvum, tí tær “fyritøkurnar” eru størri í vavi enn smáu vinnufyritøkurnar í Føroyum.

Heldur ikki skilji eg óttan fyri, at tað møguliga bert verða tvær alifyritøkur í Føroyum. Landið er lítið, og tað er heilt óhugsandi, at vit við so lítlum fólkagrundarlagi fara at hava nógvar stórar alifyritøkur. Í vinnulívi gongur hugsanin altíð móti vøkstri, samanlegging, effektivisering og rationalisering. Fólkini við innliti, útbúgving og framtakshugi finna saman og skapa menningina í felag. Hetta er gongdin um allan heim, so sjálvandi enn meiri í einum lítlum landi. Men hesum vilja Tjóðveldi og teirra líkar ikki finna seg í. So heldur køva spírarnar við teimum sokallaðu “prinsippunum” sum grundgeving. Men hvørji eru hesi prinsippini? Hví eru tey ikki galdandi á øðrum vinnuøkjum? Sum dømi kann nevnast, at vit hava bert eitt flogfelag, eitt elveitingarfelag, eitt postverk, tvey oljufeløg og tvey telefeløg. Orsøkirnar eru so sera einfaldar. Vit eru bert smá 50.000 fólk, og tí ber ikki til at hava eina rúgvu av aktørum innan ymsu vinnuøkini. Tað skilabesta fyri okkum sum land er, at tey fáu, sum hava skil og útbúgving á ávísu økjunum, starva saman og menna síni øki saman. Tá fæst mest burturúr.

Atfinningarnar hjá Umhvørvisstovuni eru heldur ikki til at skilja, tí karmarnir um aling eru neyvt skipaðir í eini røð av lógum og kunngerðum. Allar ali- og smoltstøðir eru umhvørvisgóðkendar, og skulu árliga lúka krøv, sum eru staðfest í hesum góðkenningum. Eindirnar eru undir støðugum eftirliti av Umhvørvisstovuni og umfatandi árligar árinskanningar skulu gerast av óvildugum góðkendum kanningarfelag við nøktandi fakligum førleika.

Umhvørvisligu krøvini áseta hægst loyvda útlátið í umhvørvið. Harumframt eru fyri eina røð av økjum ásett sokallað ávarðingarvirði, sum hava við sær, at átøk skulu fremjast, um komið verður upp til hesi virðir. Eisini eru markvirði, sum hava við sær, at raksturin skal steðga, um hesi verða staðfest.

Umframt alt hetta skulu alifyritøkur fyrihalda seg til strongu kunngerðirnar, sum vórðu settar í gildi í desember 2003. Endamálið við hesum kunngerðunum er at fyribyrgja smittuspjaðing og at niðurberja ILA. Í hesum kunngerðum verður m.a. ásett hægst loyvdur tættleiki í aliringum, og harvið ein beinleiðis mongdaravmarking fyri hvørja eind.

Søgan hevur víst, at hesar fyriskipanir hava verið við til at ment eina burðadygga alivinnu, sum vit øll kunnu fegnast um.

Nýggja alilógin undirbyggir frammanfyrinevndu lógir og kunngerðir, og víðkar harafturat heimildirnar hjá Landsstýrismanninum at fremja atgerðir, um tað skuldi verið neyðugt. M.a. er heimildin í grein 8 til broyting og afturtøku av aliloyvum munandi víðkað. T.d. kann aliloyvi takast aftur, um tað er til ampa fyri ferðslu ella annað virksemi.

Samanumtikið fegnist eg um, at Johan Dahl hevur lagt hetta skilagóða uppskotið fyri Løgtingið. Mín einasta atfinning kundi verið, at óneyðugt er at hava eitt mark fyri eigaraskap á 50%. Sjálvandi skuldi verið óneyðugt at havt eitt mark, tí ongin skilagóð grundgeving er fyri hesum. Fyri landsmyndugleikarnar er ikki avgerandi, um ein, tvær ella fleiri eigarar eru í føroysku alivinnuni. Avgerandi er, at vinnan ikki ger seg inn á umhvørvið, at hon verður á føroyskum hondum og at hon hevur góðar menningarmøguleikar. Fleiri og fleiri størv eru seinnu árini skapt í alivinnuni, og er hendan vinnan veruliga vorðin okkara bjargingarbátur, nú tað sansar so at á øllum mótum.

Bill Justinussen, løgtingsmaður