so avgjørdur er stjórin í Dansk Byggeri, Lars Storr-Hansen, í samtalu við Børsen í seinastu viku.
Sambart hagtølunum vóru tvífalt so nógvar konkursir innan donsku byggivinnuna í aprílmánaða samanborið við 2008. Og sambart stjóranum í Dansk Byggeri er stóra talið av trotabúgvum púra óneyðugt.
" Í hesum døgum verða fleiri virkir trýst út um eggina, tí bankar hava stramma fíggingina og í fleiri førum er hetta óneyðugt," vísir stjórin í Dansk Byggeri, Lars Storr-Hansen á í samrøðuni.
" Tá alt er gjørt upp eftir nógvu trotabúgvingi – vil man í fleiri førum staðfesta at tá skuldin er goldin, eru pengar eftir. Sostatt kundi húsagangurin verið umgingið um virkini høvdu havt atgongd til meira gjaldføri."
Sambart Dansk Byggeri høvdu fleiri virkjum verið lív lagað um teimum ikki var noktað atgongd til reiðan pening.
"Sjálvandi eiga fyritøkur og virkir at hava eina neyva fíggjarstýring, men hetta er sera trupult í hesum tíðum tá bankarnir áhaldandi herða krøvini til virksemið í vinnuni og samstundis ikki eru sinnaðir at veita neyðuga fígging," sigur Lars Storr-Hansen.
Sambart Dansk Byggeri var endamálið við danska kreditpakkanum í januarmánaða, júst at umganga ein vøkstur av trotabúgvum. Danskar fyritøkur fáa ikki longur tað fígging sum tey hava tørv fyri og harafturat er kostnaðurin fyri samstarvi við peningastovnarnar dýrkað munandi og er komið eitt støði har fyritøkur hava trupult at yvirlivað.
"Meiningin við bankapakkunum var at bankarnir framhaldandi skuldi verða førir fyri at veita vinnuni fígging, men í løtuni síggja vit at stóru almennu veghaldini fara einans til at tryggja raksturin av bankunum."




