Eini 70 foreldur, sum hava børn í frítíðarskúlanum Sodnhúsið, sita í løtuni á kreppufundi í Bøgøtu og sum skilst er ætlanin at mótmæla avgerðini hjá býráðunum at leggja stovnin saman við Virkishúsinum fyri ung.
Tað eru tvey foreldur sum hava tikið stig til foreldrafundin og so at siga øll foreldrini, sum hava børn á stovninum eru savnaði á fundi í Sodnhúsinum.
Á fundinum kom greitt fram at foreldrini eru ikki trygg við at lata børnini fara út í virkishúsið. Tilboðið er munandi verri enn umstøðurnar sum børnini hava í Sodnhúsinum í dag. Fundurin er um at verða liðugur og í løtuni situr ein bólkur og skrivar eina niðurstøðu, sum ætlanin er at handa borgarstjóranum ella forkvinnuni í sosialunevnd.
Á fundinum kom m.a. fram at foreldrini ikki eru nøgd við at børnini verða flutt til eitt hús, sum liggur beint við eina tann ferðslutungasta vegin í býnum har ongar kringumstøður eru til børnini at spæla úti.
– Vit fara frá einum stórum ítróttarøkið – og verða bjóðaði eitt parkeringspláss til børnini at spæla á!, segði ein pápi sum hevði orðið tá Norðlýsið vitjaði á fundinum við myndatólinum fyri løtu síðan.




