Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerðabøur fær frið

John William Joensen

Heili 25 tinglimir samtyktu fyri løtu síðan uppskotið um at fara undir at borða nýggjar tunnlar norður um fjall. Tó atkvøddi sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi ímóti uttan tinglimirnir Heini O. Heinsen og Tórbjørn Jacobsen, sum somuleiðis atkvøddu fyri verkætlanini.

Orðaskiftið var óvanliga langt fyri eina triðju viðgerð, men tá málið bleiv endaliga samtykt varð greitt at tunnilin skal gerast úr Ánunum inn í Árnafjørð og so víðari úr Árnafirði norður til Norðtoftir.

Sum skilst so koma nýggju tunnlarnir at liggja áleið har verandi tunnlar eru tó er linjuføringin eitt sindur lægri.

Tað kom eisini fram í orðaskiftinum á løgtingið at landið er ikki at seta pening av til ein veg undir kjølinum og at Klaksvíkar Kommuna yvir fyri trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum hevði gjørt greitt at vegurin undir Kjølinum ikki varð gjørdur í nærmastu framtíð.

Harleyfacadeacryl