Politikarar í Føroyum mugu í arbeiðsklæðini her og nú.
Fyrsta uppgávan er at viðgera og semjast um handfaringina av akuttu búskapar- og fíggjarstøðuni í landinum. Síðani skal semja fáast um fíggjarlógaruppskotið fyri 2010
Fíggjar- og búskaparpolitikkurin í Føroyum flýtur.
Skal tað sigast akkurát, sum tað er, so hevur hetta sera týðandi politiska økið verið flótandi leingi.
Vitleys siðvenja
Bæði uttanfyristandandi og tey, sum hava verið í politikki í nøkur ár, hava lagt til merkis eina vitleysa siðvenju, ið spakuliga hevur sníkt seg inn í arbeiðið við fíggjarlógini.
Mannagongdin er á leið tann, at Landstýrið leggur uppskot um fíggjarlóg fyri Tingið. Frammanundan hava landsstýrismenn og umsiting lagt eitt stórt arbeiði í uppskotið. Góðskan er ymisk alt eftir umstøðunum og tíðarfaktorinum.
Fíggjarlógaruppskotið fer síðani í fíggjarnevndina. Har fer ein syndarligur leikur fram, og góðskan er hareftir.
Fleiri ár á rað hava vit sæð, hvussu nevndin endavendur rakstri og íløgum. Í summum førum eru rímiligar grundgevingar fyri broytingum, men tað nógva av viðgerðini í fíggjarnevndini er primitivt. Har verður býtt sum havnarmaðurin býtti á sinni: tú ein vegastubba – eg ein ella tveir tunnlar.
Nú hendir hetta eisini í svartastu búskaparkreppu, heimurin hevur sæð í mong Harrans ár.
Primitivt svans
Í ár hava vit harumframt sæð, at góðskan í fíggjarlógaruppskotinum hevur verið so sum so. Uppskotið hevur meira enn nakað annað verið eitt savn av tekniskum framskrivingum. Fleiri hava saknað initiativ úr Fíggjarmálaráðnum, og helst hava hesi grein í sínum máli.
Hetta óskil má fáa ein enda. Primitiva svansið við landsins ognum má steðga.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki ein varandi arbeiðsháttur í einum landi, ið roynir at flokka seg millum siviliserað lond.
Til arbeiðis nú
Mítt uppskot er, at tingfólk beinanvegin fara í arbeiðsklæði.
Tingið eigur beinanvegin at fara undir at viðgera akuttu fíggjar- og búskaparligu avbjóðingarnar í landinum. Tá tað arbeiðið er liðugt, skulu vit beinanvegin fara undir uppskotið til fíggjarlóg fyri 2010.
Í framkomnum londun byrjar fíggjarlógararbeiðið beinanvegin, og áðrenn verandi tingsetan er endað. Tá fara óformligar tingingar fram millum allar flokkar á Tingi. Hetta arbeiði ber frukt, tí allir flokkar kenna sær ábyrgd, tí teir eru veruliga við. Breiðar semjur fáast um bróðurpartin av fíggjarlógini. Seinni um heystið, áðrenn fíggjarlógin verður framlagt, verða ábyrgarfólk fyri allar flokkar somuleiðis inkallað fyri at royna semjur. Endaligu smálutirnir fella síðani upp á pláss móti endanum av árinum, ofta við smalri meirluta.
Sporini frá 80-unum ræða
Sum ein av teimum, ið ruddaðu upp eftir vitloysið í 1980-árunum, má eg siga, at sporini ræða.
Her má annað skinn takast um bak. Um ábyrgdarfólk ikki handla við skili her og nú, er vandi fyri, at onnur fara at seta treytir og á tann hátt at handla fyri okkum. Tað hava vit sæð áður.
Politiska summarferian er avlýst!
Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaðu




