Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika Olsen, landsstýriskvinna, á fundi við Brian Mikkelsen, løgmálaráðharra

John William Joensen

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, og danski løgmálaráðharrin, Brian Mikkelsen, hava í dag endað tingingarnar soleiðis, at málsøkini revsirættur og sakførarastarvssemi einsæris kunnu verða yvirtikin av føroyskum myndugleikum.

Málsøkið revsirættur fevnir m.a. um reglur um, hvørjar gerðir og hvørji undanlát eru revsiverd, revsing og aðrar revsiatgerðir og harumframt almennu treytirnar fyri revsiábyrgd.

Málsøkið sakførarastarvssemi fevnir m.a. um reglur um viðurkenning sum sakførari, útinnan av sakførarastarvssemi, uppathald av rættinum til at útinna sakførarastarvssemi og eftirlitið við sakførarum.

Partarnir eru samdir um at hava eitt tætt samstarv á revsirættarliga økinum eftir yvirtøkuna.

Partarnir eru somuleiðis samdir um framhaldandi at hava eitt tætt samstarv á sakførarastarvssemisøkinum eftir yvirtøkuna við atliti at tryggja, at føroyskir sakførarar kunnu útinna sakførarastarvssemi í Danmark, og at danskir sakførarar kunnu útinna sakførarastarvssemi í Føroyum.

Tað fer ikki at kosta landinum nakað at fremja yvirtøkurnar av málsøkjunum revsirættur og sakførarastarvssemi.

Innlendismálaráðið, tann 15. mai 2009