Hóast KÍ í dag hevði møguleika at vinna á heimavølli móti uppflytarunum úr Vágunum, so førdu tveir feilir til at KÍ nú eftir sjey dystir hevur trý stig.
Kristoffur sum altíð er vandamikil legði Kí á odda longu tá bara fýra minuttir vóru leiktir. Og tá 20 minuttir vóru leikti hevði hann lagt KÍ á odda 2-0.
KÍ byrjaði við Heðin á Lakjuni á vinstra vongi og Kristoffuri á Høgra og við Leon Bjartalið í front og hetta eydnaðist eisini væl í fyrra hálvleiki.
Men so fær O7Vestur eitt ivasamt brotsspark og Jens Erik Rasumsen reduserar til 2-1. Lítla løtu seinri skjýtur Jens Erik Rasmussen eitt fríspark inn fyri, og tá hvørki álpleyparar ella verjuleikarar fáa høvdið á bóltin, er málverjin prísgivin og bólturin siglir í meskarnar. 2-2. Og hetta gjørdist eisini endaliga støðan.
Í seinrahálvleiki var KÍ nærmast við at fáa mál, men tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð varð greitt at fremsta liðið hjá Kí nú er favorittur at fara fyri fyrstu ferð í søgu felagsins niður í næstbestu deildina.
Í løtuni tykist sum um eingin botur er undir KÍ, men tó skal sigast at tað vóru góðar taktir í KÍ liðnum. Nógvir málmøguleikar vóru til teir bláhvítu og vit fingu eisini tvey mál – men tveir feilir kostaðu dystin.
Hósdagin 21. Mai skal KÍ spæla ímóti EB/STR í Klaksvík og kravið er tað sama – trý stig til KÍ.
Koyr á K




