Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sodnhúsið og Atlantis aftur í býráði

John William Joensen

Minnilutin í Klaksvíkar Býráð hevur í kvøld sent bræv til leiðsluna við áheitan um at fáa málini um frítíðarskúlan “Sodnhúsið” og mentunnarhúsið “Atlantis” viðgjørt av nýggjum á komandi býráðsfundinum – grundað á nýggjar upplýsingar sum eru komnir fram í málunum.

Í brævinum til leiðsluna í Klaksvíkar Býráð skrivar minnilutin soleiðis:

"Klaksvík tann 18 mai 2009

Undirritaðu vilja hervið biða um at fáa málini um sparingar 2009, Frítíðarskúlin Sornhúsið og Mentunnarhúsið Atlantis á skránna til býráðsfundin tann 26 mai 2009.

Síðan hesi bæði málini vóru viðgjørd á býráðsfundi tann 29 apríl 2009 eru nýggir upplýsingar komnir fram í hesum málum.

Vinarliga
Eyðgunn Samuelsen
Jákup Mikkelsen
Eyðun Jacobsen
Óluva Klettskarð
Jákup Skoradal
"