Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein øðrvísi tónleikaferð har Leikalund er

John William Joensen

Norðurlendskur tónleikur er á skránni í Leikalund 19.mai kl 20. Á pallin kemur duett úr Fuglafirði og ein trio úr Laplandi.

Tíðindaskriv frá Leikar í lund

Alf Preusen á føroyskum
Duettin úr Fuglafirði er mannað við LÍV NÆS og NIELS MIDJORD. Tey framføra Alf Preusen á føroyskum – týtt hevur Niels Midjord.
Nýliga útkomna fløgan Tú skalt eiga morgindagin er fyrsta úrslitið av tónleikasamstarvinum teirra millum.

Sangir frá Laplandið
Trio’in frá Arvidsjaur í norðursvøríki er mannað við Johan Piribauer – gitar og sang, Gabriel Liljenström – fiól, Maud Rombe – kór og rytmuinstrument.
Tónleikurin, ið hevur røtur í eldri svenskum “progg-rock” og sum vit m.a. kenna frá Hoola Bandoola band, verður framførdur í fólkaligum búna.
Rámandi tekstirnir hjá Johan Piribauer lýsa samfelagsviðurskifti sæð frá “glesbygden” í Nordland í Svøríki.

Atgongumerki á kr 80 fáast við dyrnar frá kl 1930.