Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búmerkið til Tórsbreyt

John William Joensen

Fyri Tórshavnar kommunu hevur Eyðun Eliasen arkitekur gjørt búmerkið til Tórsbreyt, sum er nýggja rennibreytina uppi á Hálsi í Havn.

– Búmerkið til Tórsbreyt er fyrst og fremst bókstavurin Ó, ið er gjørdur til grafiskt tekn, sigur Eyðun Eliasen og leggur afturat at teknið avmyndar skapið á rennibreytini, sæð perspektiviskt. 

– Heldur enn at verða latin aftur, er ringrásin opin og letur samstundis upp fyri fleiri týdningum á opnu rennibreytini. Nevnast kann ítróttin, har kastað verður, kringlu- og hamarkast, sum er umboðað við sentrifugalrørsluni og eisini spjótkast við oddinum, sum verður sendur avstað, sigur Eyðun Eliasen og nevnir almenna búmerkið hjá Havnini, hamara Tórs, sum eisini er í ætt við kastiítróttina. 

Eyðun Eliasen, ið dagliga starvast hjá MAP arkitekum, ger at enda vart við at strikan yvir Ó’num er eisini sprottin av veingjunum í hjálmi Merkurs. Í rómverksum søgum er Merkur gudur fyri skjótleika og samskifti millum heimarnar.