Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og EB/STR bresta saman á Djúpumýru Kristi Himmalferaðardag kl. 17.: David móti Goliat

John William Joensen

– Vit møta upp við einum ungum stríðsfúsum liðið og skulu berjast móti Goliat – meistarunum úr EB/STR, og vit minnast hvussu tann bardagin endaði, sigur Alexander Djordjevic, venjari hjá KÍ

Í morgin kl. 17 verður dystur millum føroymeistararnar úr EB/STR og unga KÍ liði, sum í løtuni liggur í botninum av Vodafon deildini. 

– Tað verður sum í bíbliusøguni – David móti Goliat – og vit minnast hvussu tann bardagin endaði, sigur tann altíð fyrikomandi KÍ-venjarin. 

– Tala er um ein stórdyst fyri liðið hjá okkum, men eg kann við nøgdsemið staðfesta at allir mínir menn eru 100% klárir til dystin. 

– Føroyameistararnir hava altíð nógv viðahaldsfólk við tá teir ferðast og tí vóni eg at klaksvíkingar standa saman við okkum. 

– Tað er sera umráðandi at leikarar okkara kenna at vit standa saman um teir og gera vit tað hava vit eins og David, møguleika at vinna á sjálvum Goliat.

Tá vit vóru á Injector Arena við myndatólinum í kvøld – var lagið gott á monnum og tað sást at menn vóru uppsettir til dystin í morgin. 

– Vit hava vant ein løtu í kvøld og hava brúkt orku uppá ávís ting, sum vit fokusera uppá til dystin í morgin – og harafturat hava vit tosað nógv saman. 

– Sum sagt veit eg at leikararnir kroppsliga eru klárir – men tað sum vit hava brúk fyri í løtuni er at fáa tað sálarliga uppá pláss og tað tykist at ganga eftir ætlan, sigur Alexander Djordjevic