Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórshavnar Kommuna mist sjey mill. kr. í inntøkum fyrsta kvartal

John William Joensen

– Vit bíðja spent eftir hvat inntøkutølini fyri maj-mánaða fara at vísa, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri sum má staðfesta at inntøkurnar hjá kommununi halda á við at minkað

At kreppan eisini rakar Tórshavnar Kommunu er eingin ivi um, tí sambært inntøkutølunum frá Toll og Skatt fyri fyrsta kvartal eru intøkurnar falnar við góðum sjey mill. kr. fyrsta kvartal.

Tølini tala
Í januar fekk kommunukassin 1,95 % færri skattakrónur samanborið við 2008. Februar var størsta fallið í intøkunum, heili 3,29 prosent.
Intøkurnar hildu á við at falla og í Mars mánaða 2009 komu 4,08 prosent færri skattakkrónir inn enn í 2008. Í apríl misti kommunan 4,5 % og merkir hetta í krónum og oyrum at kommunan hevur 2,3 mill.kr. minni í inntøkum fyri apríl mánaða.

Klárur við plan B
Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu Heðin Mortensen sigur at teir fylgja sera væl gongdini.

– Vit endurskoða fíggjarætlanina hvønn mánaða og hava allatíðina tillaga útreiðslurnar til fallandi skatta inntøkurnar – men nú vit eru vit komin í tað støðu at um gongdin heldur fram – so verða vit noyddir at fara yvir til plan B.

– Sambært fíggjarætlanini fyri 2009 byggir hon á eitt status quo í samlaðu inntøknum fyri árið, men í løtuni liggja vit umleið fimm prosent undir hesum málinum.

– Hóast Tórshavnar Kommuna er væl fyri og m.a. hevur góðar møguleikar at fíggja virksemið gjøgnum lántøkur, so er tað púra breitt at vit kunnu ikki lata standa til og koma út við einum undirskotið tá árið er liðugt.

– Sum støðan er í løtuni minkað inntøkurnar hvønn dag og serliga merkja vit fallandi inntøkur frá partafelagsskattinum.

Borgarstjórin vil ikki siga hvat plan B inniheldur, men sigur at um so er at inntøkurnar eisini í hesum mánaðnum halda á fram at minka so verður kommunan noydd til at seta tiltøk í verk fyri at fáa tølini at balansera.

Higartil í ár hevur Tórshavnar Kommuna fingið næstan sjey milliónir krónur færri skatta krónur inn og tað merkist sjálvandi eisini hjá størstu kommununi í landinum.