Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serstøk sangmøti við Betesdakórinum um Norðoyastevnuna

John William Joensen

Sum mongu árini frammanundan, verða serstøk sangmøti við Betesdakórinum, har eisini onnur luttøka verður.

Kl. 10 sunnumorgunin – Norðoyastevnumorgun – verður aftur í ár ein sangløta í Vágstúni við Betesdakórinum. Eitt stutt orð verður eisini.

Seinni um kvøldið kl. 19.00 verður sangmøti í Betesda við Betesdakórinum og sum nakað serstakt, fer gentukórið, sum verður stjórnað av Sólgerð Færø og Vígdis Skorheim, at syngja. Tær hava sungið við onkur høvi.

Eisini verður felagssangur, solosangur o.a. á skránni saman við einum stuttum orði.

Vanliga eru evangelisku møtini í Betesda sunnukvøld kl 18, men øll seinastu árini er møtið flutt til kl. 19.