Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt søguleyst fólk er fátækt – arbeiðleyst fólk er sanniliga eisini fátækt

John William Joensen

– Eg eri ræddur fyri, at ein monosentralisering fer at geva okkum alt fleiri vælløntar deyðsiglarar, ístaðinfyri, at vit fáa nøkur útbygd øki ymsastaðni í Føroyum sum relatera bæði til privata vinnulívið og almenna sektorin, segði Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í fólkafunarrøðuni í Vágstúni Norðoyastevnudag

Røðan sum Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri helt á fólkafundi í Vágstúni Norðoyastevnudag:

At koma saman er byrjanin, at halda saman
gevur framgongd og at arbeiða saman gevur succes

Góðu stevnugestir, íbúgvar í landnyrðingsøkinum og føroyingar allir!

Í bókini Klaksvíkar Bygd í søgu, skrivar okkara kendi og sjálvlærdi fólkalívsfrøðingur Robert Joensen, sum var høgt í metum millum sínar javnlíkar í øllum Norðanlondum: – Hann sigur soleiðis:

“Vit síggja í heimssøguni, at tað hava verið lond, ið hava riðið á tromini; útlit var fyri, at tað líka so skjótt kundi detta ein sum annan vegin. Bert ein evurslítil stoytur skuldi til, so var tess lagna avgjørd. – Kom tað so aftur – móti sínum egna lendi, so mátti stríðast og strevast, offrast og gevast fyri at kvinka tað burtur frá tromini. – Men skuldi hetta yvirhøvur eydnast, so tørvaðist góður samhugur og samfelagsskapur. Og kom so landið úr vandanum, so var tað, tí fólkið í trúskapi samlaðist um Gud sín og um hetta eina, fedrarnar og søguna”.

Hetta kom eg at hugsa um, tá NFÍ heitti á meg, um at siga nøkur orð í dag.
Nakað soleiðis, sum Robert tekur til, var eisini tikið til av donskum høvundum, hálva og heila øld frammanundan í donsku vinnulívssøguni bæði í vinnu og mentan, og sum legði grundarlagið undir nútímans vælferðarsamfelagið Danmark.

Vit eiga til eina og hvørja tíð við søguni sum grundarlag at byggja okkum dygg framtíðarátøk til frama fyri okkum sjálvi, fyri onnur og okkara komandi ættarlið.

Skal hetta eydnast, er neyðugt, at vit standa saman, at vit hava alsk til okkara heimstað, gera okkara skyldur, uttan at rokna við, at onnur gera tað fyri okkum. 

Arbeiðssemi, samstarv, vitan og hugsjónartrongd er lykilin.

Kendi bilkongurin Henry Ford segði: “At koma saman er byrjanin, at halda saman gevur framgongd og at arbeiða saman gevur succes”!

Øgiliga ofta verður tikið til, at ”eitt søguleyst fólk er fátækt”. Men lat meg ídag leggja dentin á, at eitt arbeiðsleyst fólk er sanniliga eisini fátækt. – Fátæktin ger um seg hvør á sínum øki.

Lættari at hyggja 100 ár aftur enn 10 ár fram
Fyri umleið 100 árum síðani sóu veldug framtøk dagsins ljós í Klaksvík og Norðoyggjum.

Sjúkrahús varð bygt, elektrisitet kom við allari avleiddari menning, stór havnabygging varð framd, hendinga hepnir vinnulívsmenn løgdu lunnar undir stórvirki. Svimjihylur varð gjørdur úti í Grøv, Klaksvíkar Ítróttafelag var stovnsett og fyri ikki at gloyma, at í hesum árum kom okkara lokala tíðindablað Norðlýsið út á fyrsta sinni. – Her var “menning og nørandi gróður”, sum Bernhard Brim tekur til.

Háskúlin við Símuni av Skarði og Rasmus Rasmussen var stovnsettur, men fluttur til Havnar 10 ár eftir. – Hugsjónar- og vinnulívsmenn sótu júst í hesum døgum fyri 90 árum síðani og tosaðu um at seta lokala sparikassan á stovn, tí hetta var neyðugt. Her vóru so frægir menn sum Óli í Skúla, Símun Petur Zachariasen, Alexander Enniberg og Jógvan Kjølbro fyri at nevna nakrar. Sparikassin hevur ídag ovastu leiðslu uttan fyri Norðoyggjar.
Lat meg meðan eg eri á hesum øki siga, at eg sakni, at Klaksvík og Norðoyggjar eiga nógv fleiri nevndarsessir í teirri fjøld av avgerandi landsnevndum, sum eru so avgerandi fyri okkum. – Er hetta dovinskapur ella, er tað so, at okkara fólk ikki er nóg vakið fyri veruleikanum í føroysku menningini?

Klaksvík hevur seinastu 100 árini, saman við ávísum øðrum økjum í Føroyum verið vinnuligi grundstuðulin undir útbyggingini av okkara vælferðarsamfelagi, og hevur æruna av, at Føroyar ídag er eitt framkomið samfelag.

Lættari er at hyggja 100 ár aftur í tíðina enn 10 ár fram.

Mátið ikki fjallið úr neðra
Heimurin liggur ídag í búskaparligum andaleypi.

Her liggja stórar avgerðir og hart arbeiði og bíða eftir okkum.

Ungdómruin tosar um kreppuna, meðan vit sum eru nakað eldri, um eg ikki vil viðganga tað, at eg eri gamal, tosa um kreppurnar. – Kreppur hava verið, kreppa er í løtuni og kreppur koma. – Men júst kreppur geva okkum møguleikar til skorða undir núverandi vinnur og handil, og ikki minst at síggja og søkja nýggjar leiðir. – Her hevur Klaksvík mangan verið á odda.

Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at so stór og virðismikil arbeiðspláss sum Kósavirkið og Roykivirkið liggja deyð og hava gjørt tað í meiri enn hálvt ár. – Vit kunnu tó fegnast um Kryvjivirkið, sum gevur væl av arbeiði og kontinuitet. Eisini frálíka skipið Norðborg, sum kom nú um dagarnar. – Eini 5% av okkara íbúgvum, høvdu fast arbeiði á nevndu virkjum, og so kanska onnur 5% í avleiddum vinnum. Hetta hevði svara til, at í vinarbýi okkara Odense vóru frá dag til annan 10túsund fólk arbeiðsleys umframt kanska onnur 10túsund í avleiddum vinnum.

Ungarnski nobelprísvinnarin í medisin, Szent-Gyorgy, hevur sagt: “Uppdaging er fevnt av at síggja tað, sum øll síggja og hugsa tað, sum eingin hevur hugsað”.

Tann vísi Sálomon sigur í orðatøkunum, nakað sum fyrrverandi amerikanski forsetin John F. Kennedy ofta tók til: “Er eingin profetasjón, villist fólkið…”

Eingin av okkum eigur at gevast á hondum, sjálvt um kreppa er. Eg sá í bókini um størstu handilsfyritøkuna í heiminum – Wall-Mart – har verður kendi ST-aðalskrivarin Dag Hammarkjøld, endurgivin fyri at siga: “Tak ongantíð mát av einum fjalli frá úr neðra og upp, men tak mátið frá úr erva, eftir at tú hevur sæð, at gongdin gjørdist hóast alt ikki so tung”!- Nei! Latið okkum herja á!

Monosentralisering og vælløntir deyðsiglarar
Tá ið vit ídag hyggja at okkara fagra ungdómi, og hugsa 10 ár fram, er høvið at hugsa: “Hvar verður henda gentan ella hesin drongurin tá”? Vit hava brúk fyri gevandi og týdningarmiklum nútímans arbeiðsplássum bæði almennum og privatum, so okkara vælútbúna fólk, eisini innan vitanarvinnuna, kann koma aftur til landnyrðingsøki og vera til frama bæði fyri okkum og allar Føroyar.

Eg eri ræddur fyri, at ein monosentralisering fer at geva okkum alt fleiri vælløntar deyðsiglarar, ístaðinfyri, at vit fáa nøkur útbygd øki ymsastaðni í Føroyum sum relatera bæði til privata vinnulívið og almenna sektorin. – Sjálvur haldi eg, at politiski myndugleikin svevur og ger ikki tað hann eigur. Lógarbroytingin til eitt valdømi er eitt vandmál bæði fyri økini úti um landið og allar Føroyar.

Leggið tykkum í geyma, at ongantíð hevur Føroya ungdómur havt so góðar møguleikar sum júst tú. Ongantíð hava karmarnir verið so rúmir og ongantíð hava vit havt so góð samskiftis- og samferðsluviðurskifti. – Føroyar er ídag eitt vælferðarsamfelag. Landið er eitt tað besta í heiminum.
Klaksvík og landnyrðingsøkið kemur altíð aftur
Henda dagin, nú okkara frægi svimjari Krista Mørkøre kom aftur úr Berlin við 6 gull heiðurmerkjum, mundu vit øll hugsa: “Alt letur seg gera, tá stríðsviljin er til staðar!”

Flaggskip okkara í mansfótbólti – liðið av okkara ítróttakappum – siglur ídag tungan sjógv. Tá vit kenna orsøkina, ber til at sigla okkum úr ódnarveðrinum. Tað má ikki henda, at liðið dettur niður í lægri deild, men menna seg aftur í oddin. – Annars hava fyrstu kvinnuliðini bæði í fót- og hondbólti, verið ein stoltleiki fyri Klaksvík og góðir ambassadørar vit kunnu vera errin av.

Klaksvík – hóast í búskaparhóttafalli í løtuni – liggur væl fyri, og fer at endurreisa seg um skamma stund!! – Tað hevur býurin og økið her altíð gjørt.

Vit kunnu í dag fegnast um stóra møguleikan við Norðoyatunlinum, nýmótans svimjihøll, tvær ítróttahallir og mentanarhús. Eitt sera dugnaligt sjónleikarafelag, ítróttagreinir á øllum økjum. Málninga- og tónlistin er á tindinum. Eisini fari eg at nevna Klaksvíkar Hornorkestur, sum er við í allarflestu tiltøkum ígjøgnum árið og sum ótroyttiligt setur sín dám á. Eisini skótar og fleiri onnur.

Fýra mentanarstevnur í Klaksvík
Lat meg leggja afturat, at Klaksvík hevur ikki færri enn fýra mentanarstevnur, sum eru Torradagar, Norðoyastevna, sum nú er saman við Truckerfestivalinum, Summarfestivalurin og Sjómannadagurin við nógvum og víðfevndum tiltøkum, sum eru væl vitjaðar. – So kunnu vit eisini til stuttleika nevna Jólaskipið, sum eftir mong ár er vorðin ein mentan, sera væl umtókt, bæði av børnum og vaksnum!

Við einum dyggum og fjøllbroyttum handilslívi, vinnulívi og mentanarlívi er Landnyrðingsøkið í Føroyum á ferð fram.

Fari at enda við tí sum eg legði fyri við: Rætt er at eitt “søguleyst fólk er fátækt”, men “eitt arbeiðsleyst fólk er ikki minni fátækt”. – Lættari er sum sagt at hyggja 100 ár aftur enn 10 ár fram. Men brúk er altíð fyri fólki við profetasjónum.

Við hesum fari eg at ynskja øllum eina góða framhaldandi Norðoyastevnu og eitt gott og gróðrarríkt summar og Harrans ríku signing yvir føroysku tjóðina!

Takk fyri at tit lýddu á!